Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
Fróðskapur
Faroe University Press
Stavarin
Spell Check
Bókasavnsleiting
Library Search
Orðabøkur
Faroese Dictionaries
Leys størv

Upptøka 2012


Tað er møguligt at søkja inn at lesa hesar útbúgvingar á Læraraskúlanum:

Upptøkutreytir

Treytin fyri upptøku til læraraútbúgvingina er, at umsøkjari hevur bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsprógv.

Vikið kann verða frá hesi meginreglu, um umsøkjari hevur ognað sær samsvarandi kunnleika (t.d. gjøgnum arbeiðisroyndir, skeið og ikki skipaðan lestur). Førleikakrøvini hjá hesum umsøkjarum verða mett í hvørjum føri sær.

Umsóknarblað

Her er møguligt at taka niður umsóknarblað til upptøku 2012. Eisini er løgd út ein leiðbeining til umsóknarblaðið. Les leiðbeiningina væl, áðrenn tú fyllir umsóknarblaðið út. 

Umsóknarblaðið kann sendast teldutøkt til lestur(at)setur.fo sí annars nærri kunning á umsøknarblaðnum.


Umsóknarfreistin er 2. juli 2012 á midnátt. Boð um upptøku verða send í seinasta lagi hósdagin 12. juli 2012. Játtan fyri, at umsøkjari tekur við lestrarplássinum, skal vera móttikin í seinasta lagi mánadagin 6. august 2012.

Lestrarárið á Læraraskúlanum byrjar mánadagin 20. august 2012.

 

Samband
Læraraskúlin
Frælsið 20
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 359400
Faks: +298 359401
flsk(at)flsk.fo
CMS::TypoConsult