Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin

Útbúgvingar á Náttúruvísindadeildini

Á Náttúruvísindadeildini ber til at taka bachelorútbúgvingar í KT-verkfrøði, Lívfrøði og í Náttúruvísindum við denti á jarðfrøði ella havfrøði. Útbúgvingarnar eru á altjóða stigi, og geva atgongd til master útbúgvingar bæði uttanlands og í Føroyum. 

Norðurlendsk Master útbúgving í Havvistfrøði og veðurlag
'The Joint Nordic Master's Programme in Marine Ecosystems and Climate' er ein tvey ára (120 ECTS) útbúgving, sum Universitetini í Bergen, Íslandi, Aarhus og Føroyum bjóða út í felag. Hetta er ein altjóða útbúgving fyri lesandi, sum hava sína grundútbúgving innan lívfrøðiliga ella alisfrøðiliga havfrøði, og hava áhuga fyri tvørfakligum havfrøðiligum avbjóðingum.

'The Joint Nordic Master's Programme in Marine Ecosystems and Climate' er væl hóskandi sum framhaldslestur omaná bachelor í Hav- og Jarðfrøði ella Lívfrøði frá NVD. Les meira 

Nágreiniligu upptøkutreytirnar

Nágreiniligu upptøkutreytirnar fyri útbúgvingarnar á Náttúruvísindadeildini eru sum greitt frá niðanfyri. Um spurningar eru, vendið tykkum so til okkara, í telduposti ella á telefon 352550.

 

Náttúruvísindi

Treyt fyri upptøku er at umsøkjari hevur miðnámsprógv við ávísum fortreytum í stødd-, alis- og evnafrøði. Niðanfyri nevndu miðaltøl eru roknað av endaligum skrivligum og munnligum úrslitum í ársmetum og próvtøkuúrslitum. 

Støddfrøði á A stigi, har miðaltalið er í minsta lagi 6 eftir 13-stiganum.

Alisfrøði á B stigi, har miðaltalið er í minsta lagi 6 eftir 13-stiganum. 

Evnafrøði til jarðfrøðiligu breytina: evnafrøði á C stigi, har miðaltalið er í minsta lagi 6 eftir 13-stiganum. 

Evnafrøði til havfrøðiligu breytina

  1. Evnafrøði á B stigi, har miðaltalið er í minsta lagi 6 eftir 13-stiganum - ella
  2. Evnafrøði á C stigi og lívfrøði á A stigi, har miðaltølini í evnafrøði C og lívfrøði A eru í minsta lagi ávikavist 8 og 6 eftir 13-stiganum.

 

Aðrar javngóðar fortreytir kunnu góðtakast eftir nærri meting í hvørjum einstøkum føri. 

KT-verkfrøði

Treyt fyri upptøku er at umsøkjari hevur miðnámsprógv við støddfrøði á B stigi, har miðaltalið í støddfrøði - roknað av endaligum skrivligum og munligum úrslitum í ársmetum og próvtøkuúrslitum - er í minsta lagi 6 eftir 13-stiganum.

Aðrar javngóðar fortreytir kunnu góðtakast eftir nærri meting í hvørjum einstøkum føri. 

 

Lívfrøði

Treyt fyri upptøku er at umsøkjari hevur miðnámsprógv við 

Alisfrøði á B stigi, har miðaltalið er í minsta lagi 6 eftir 13-stiganum.

Støddfrøði á B stigi, har miðaltalið er í minsta lagi 6 eftir 13-stiganum.

Evnafrøði á B stigi, har miðaltalið er í minsta lagi 6 eftir 13-stiganum

Aðrar javngóðar fortreytir kunnu góðtakast eftir nærri meting í hvørjum einstøkum føri.


Nevndu miðaltølini
eru øll roknað av endaligum skrivligum og munligum úrslitum í ársmetum og próvtøkuúrslitum.

Samband
Náttúruvísindadeildin
Nóatún 3
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352550
Faks: +298 352551
nvd(at)setur.fo
CMS::TypoConsult