Leys størv
Føroysk fyrisitingarlóg

Skeið nr. 2412.12 Føroysk fyrisitingarlóg
Faroese Adminstrative Law
Námsstig: 10 ECTS
Kenslustig: Master (ætlað at verða góðskrivað á M.A. í løgfrøði, LL.M., cand. jur. o.l.). Til ber eisini hjá lesandi á Fróðskaparsetrinum, ið hava tikið Grundskeið í lóg at taka skeiðið á bachelorstigi.
Tíð: Várið 2012.
Lærarar: Dr. Kári á Rógvi lektari, Bárður Larsen cand. jur. og gestafyrilesarar.
Endamál: At veita innlit í føroyska fyrisitingarlóg, serliga í tey mongu sløgini av rættar-keldum, tinglógir, dómalóg, venju hjá eitt nú umboðsmanni og kærunevndum, umframt lógkøna læru. Út frá dømum um praktiskar avbjóðingar í føroyskari fyrisiting verða tey lesandi kunnaði um mótini, har fyrisitingarligar reglur møta ætlanum og heimildum hjá stovnum og rættindum og virksemi hjá borgarum. Dentur verður lagdur á háttalag at meta um rættarstøðuna.
Evni: I praktiskari fyrisiting á almennum stovnum verða stór krøv sett fyrisitarum, bæði lógkønum og fólki við aðrari útbúgving. Karmar eru settir í lóg, men innan hesar karmar skulu fyrisetarar leggja virki sítt til rættis. Mótvegis borgarum skal fyrisitast rætt formliga og innihaldsliga, mótvegis leiðsluni skal bæði vísast trúfesti og ráðgeving um møguleikar og avleiðingar. Fyrisiting krevur oftast at neyðugt er bæði at hava serkunnleika á ávísum tøkniligum øki og at duga at brúka fyrisitingarligar meginreglur. Skeiðið skal tí geva teimum lesandi kunnleika og amboð at greina tær ymsu skyldur og reglur, ið hvíla á fyrisitingin. Tey lesandi verða fyrireikaði til bæði at taka avgerðir og at ráðgeva í almennari fyrisiting í føroyskum høpi.
Undirvísing: Undirvísingin verður skipað við framløgum frá undirvísarum og gestafyrilesarum. Tey lesandi skulu leggja fram um uppgávur sínar.
Skeiðið er annað skeið av sínum slag – 2 FOFL (2012) – og partur av verkætlan at granska føroyska fyrisitingarlóg og skriva lærubók harútfrá.
Próvtøka: Skrivlig avrik telja 1/3 av próvtalinum. 6-tíma skrivlig próvtøka telur 2/3 av próvtalinum. Til próvtøkuna verður skrivað á teldum frá setrinum; loyvt at hava pensum og pensumlistar umframt atgongd til ávísar útvaldar heimasíður. Dømt verður eftir galdandi próvtalsstiga við uttanseturs próvdómara.
Fortreytir: Lesandi skulu hava minst bachelor við nóg mikið av løgfrøði t.d. Grundskeiði í lóg.
Pensum: Bókin Fyrisitingarlóg (verður býtt út) og tilfarssavn.
Tíðarætlan
Umsóknarblað