Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
SitemapPDFRSS
Fróðskapur
Faroe University Press
Stavarin
Spell Check
Bókasavnsleiting
Library Search
Orðabøkur
Faroese Dictionaries
Leys størv

Anni við rannsóknarskipinum James Cook í Suðurhøvum

Í summar bleiv Anni Djurhuus Bachelor í lívfrøði á Náttúruvísindadeildini, og beint fyri jól kom hon aftur av einari seks vikur langari rannsóknarferð í Indiska havinum.
22.01.2012Knud Simonsen, Náttúruvísindadeildin
Anni Djurhuus, sum tók Bachelor prógv á Náttúruvísindadeildini summari 2011, hevur júst verið í Suðurindiska havinum við bretska havrannsóknarskipinum James Cook.Anni Djurhuus, sum tók Bachelor prógv á Náttúruvísindadeildini summari 2011, hevur júst verið í Suðurindiska havinum við bretska havrannsóknarskipinum James Cook.
Kort, sum vísir siglingarleiðina hjá RSS James Cook.Kort, sum vísir siglingarleiðina hjá RSS James Cook.
Nakrar av myndunum av djóralívinum í dýpinum í Suðurindiska havinum.Nakrar av myndunum av djóralívinum í dýpinum í Suðurindiska havinum.

Tann 21. desembur endaði ein seks vikur long rannsóknarferð hjá bretska havrannsóknarskipinum James Cook í Port Elisabeth í Suðurafrika. Á ferðini hava tey kannað botnin og djóralívið við botnin á fimm undirsjóvarfjøllum í útsynningspartinum av Indiska rygginum sunnarlaga í Indiska havinum. Eitt  av vísindafólkunum umborð á túrinum var Anni Djurhuus úr Kollafirði.

Rannsóknarferðin í Suðurindiska havinum
Djúphøvini umboða um 90% av økinum á jørðini, har lív er møguligt, men lívfrøðiligi margfeldni  og viskskipanir í hesum økjunum eru lítið kannaðar. Av tí, at lívið á djúphavsfjøllunum er avbyrgt, tí tey eru umgird av djúpum sjógvi, so mennist oftani eitt serstakt lív á hvørjum einstøkum av hesum fjøllunum. Hetta er eitt fyribrigdi, sum vit partvíst kenna við sermerktu lívfrøðini, ið er á føroyska Landgrunninum og á Føroya Banka.  Í 2009 var tann fyrsta slíka kanningarferðin í Suðurindiska havinum. Tá var høvuðsendmálið at kanna pelagisku vistskipaninar, meðan høvuðsdenturin á hesum túrinum var  djóralívið við botnin á hesum fimm djúphavsfjøllunum í økinum.

Hetta økið er í altjóða sjógvi, og enn eru ongar avmarkingar fyri fiskiskapi í økinum enn. Djór og plantur á stórum dýpum er eyðkent við at tey vaksa seint, og um tey fáa skaða, so tekur tað langa tíð at koma fyri seg aftur.  Í mong ár hevur ein stórur altjóða trolarafloti troytt nøkur av kannaðu djúphavsfjøllunum. Ein partur av endamálinum við rannsóknunum var at kanna, hvørji árin hesin fiskiskapur hevur havt á botnin.

Gos á botninum
Í økinum eru eisini undirsjóvar gos, har heitur sjógvur, - heilt upp til 360 hitastig, sprænir upp úr botninum og verður so blandaður við kaldari sjógv. Hesin sjógvurin er eisini fyltur við ymsum mineralum, sum koma við upp úr jørðini. Hettar gevur heilt  serligar liviumstøður, og sostatt eitt heilt serstakt plantu- og djóralív, sum vit næstan einki kenna til. Á túrinum vóru nakrir dagar brúktir til at kanna eitt slíkt øki. Við hátøkniligu útgerðini, ið tey høvdu til taks á túrinum, fingu tey nakrar heilt útrúligar myndir  og innlit í hendan undrunarsama heimin í djúphavinum.

Av Náttúruvísindadeildini til Oxford
Anni tók  Bachelor prógv í lívfrøði á Náttúruvísindadeildini summari 2011, og lesur nú lívfrøði á Universitetinum í Oxford. Í Bachelor uppgávuni, sum hon gjørdi saman við Johannu Jørgensen, varð kannað, hvønn týdning bakteriur hava fyri gróðurin á føroyska landgrunninum. Á túrinum í Suðurindiska havinum hevði Anni ábyrgdina av at kanna, hvørjar bakteriur eru í sjónum í hesum serliga umhvørvinum kring hesi undirsjóvarfjøllini. Sjógvsýnir vórðu tikin upp úr dýpinum og sílaði  fyri at síggja hvørjar smáverur eru í sjónum. Fyri at eyðmerkja hvørjar smáverurnar eru, verða m.a. DNA-analysur gjørdar.

Rannsóknarskipið James Cook
Rannsóknarskipið James Cook er um 5800 tons, 89.5 m langt, 18.6 m breitt og bygt á  Flekkefjord Slipp & Maskinfabrikk í Noregi. Skrokkurin er tó smíðaður í Gdansk í Póllandi. Tað fór jomfrútúrin tann 5. mars í 2007, og kostaði 36 milliónir bretsk pund at byggja. Á túrinum í Suðurindiska havinum taldi manningin 20 fólk, umframt 20 vísindafólk og 14 teknikara.

BBC fylgdi við ferðini
Ein bloggur er frá túrinum (sí niðanfyri) og hagani eru slóðir til tíðindastubbar á BBC, sum fylgdi ferðini hjá Anni og teimum umborð á RSS James Cook í Suðurindia havinum. Sýndu myndirnar eru frá nevnda blogginum.

Vit á Náttúruvísindadeildini ynskja Anni alt tað besta við víðari lesnaðinum og altjóða granskingarvirkseminum.

Atknýtt tíðindi

Atknýtt links

Seinastu tiðindi

21.02.2012
Altjóða móðurmálsdagur
Altjóða móðurmálsdagur hevur verið hildin síðani í februar 2000 við tí endamáli, at fremja málsligt...
20.02.2012
100 ára minni um fróðskaparmannin Jóannes Rasmussen
Røðin av almennum fyrilestrakvøldum heldur áfram á Háskúlanum komandi mánakvøld kl. 19.30. Hesa ferð...
15.02.2012
Nýtt skeið: “Humangenetikk fyri læknar”, byrjar 25. februar 2012
Tað er tey seinnu árini farin fram ein stór menning innan genetikk. Í dag er tað møguligt, bæði...
14.02.2012
Vitrunnin sátt og semja í makrelmáli
Hóast stóra politiska makrelósemju landanna millum, so samarbeiða granskingarstovnar og vinnufeløg í...
12.02.2012
Greinasavn um Jakob Jakobsen ummælt í altjóða netttíðarritinum ”Island Studies Journal”
Í altjóða nettíðarritinum ”Island Studies Journal” fær greinasavnið sum heild góð skoðsmál.
Fleiri tiðindi...
Vísir 1 til 10 av 560
Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult