Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
SitemapPDFRSS
Fróðskapur
Faroe University Press
Stavarin
Spell Check
Bókasavnsleiting
Library Search
Orðabøkur
Faroese Dictionaries
Leys størv

Ása Jacobsen vitjaði Boston University

Í sambandi við sína Phd verkætlan hevur Ása Jacobsen verið 12 vikur á Boston University, har hon hevur kannað bindevevnað í laksi.
Ása Jacobsen vitjaði Boston University
Massespektrometurtólið  á starvsstovuni á Boston University.Massespektrometurtólið á starvsstovuni á Boston University.
Fyribrygdið “gaping” ger, at vøddarnir í flakinum losna frá hvørjum øðrum, so laksurin ikki kann seljast sum fyrstafloks vøra.Fyribrygdið “gaping” ger, at vøddarnir í flakinum losna frá hvørjum øðrum, so laksurin ikki kann seljast sum fyrstafloks vøra.

Ása Jacobsen arbeiðir á Fiskaaling, men er Phd-lesandi á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum. Verkætlanin nevnist “Veikur bindivevnaður”, og snýr seg um at kanna eitt fyribrigdi í fiskaflaki, sum verður nevnt “gaping”, sum ger, at vøddarnir í flakinum losna frá hvørjum øðrum, og góðskan á flakinum versnar.

Vøddar í fiskaflaki eru ikki savnaðir í bundir, eins og hjá øðrum ryggdýrum, men liggja í løgum. Millum hvørt vøddalag eru løg av bindivevnaði. Viðhvørt er bindivevnaðurin í flakinum so veikur, at hann ikki klárar at halda vøddaløgunum saman. Bindivevnaðurin skrædnar, og hol kemur í flakið. Hetta verður vanliga nevnt gaping. Gaping kann til tíðir vera ein sera kostnaðarmikil trupulleiki hjá framleiðarum av alifiski, tí tílíkur fiskur kann ikki seljast sum fyrstafloks vøra.

Phd-verkætlanin
Júst hvat tað er, ið elvir til tann veikan bindivevnaðin, er óvist, men onkursvegna verður bindivevnaðurin niðurbrotin, og tað júst hendan loynidómin, ið Phd-verkætlanin hjá Ásu Jacobsen skal avdúka. Í verkætlanin er ætlanin at kanna trý ymisk kemisk evni, sum eru í bindivevnaðinum, og hvørja ávirkan hesi evni hava á gapingina. Evnini, sum talan er um, eru kollagen, proteoglykanir (PG) og glucosaminoglykanir (GAGs). Í vanligum bindivevnaði gera hesi evnini eitt netverk, og bert smáar broytingar í hesum netverki hava stóra ávirkan á eginleikarnar hjá bindivevnaðinum.

Samstarv við Hidden Fjord
Durita Nielsen, sum er góðskuleiðari á Hidden Fjord, hevur fyrr víst á, at kølingin av laksinum, frá tí hann verður blóðgaður, kruvdur og síðan reinsaður, hevur stóra ávirkan á gapingina. Avtala var tí gjørd við Hidden Fjord um at fáa 30 laksar frá teimum til verkætlanina. Talan var bæði um køldan og ikki køldan laks og um illa og væl reinsaðan laks. Á hendan hátt ber til at kanna, hvønn týdning slátringin av laksinum hevur fyri gapingina. Laksurin lá sjey dagar í kølirúmi. Ein góðskukanning varð síðani gjørd av hvørjum einstøkum laksi. Tá hetta var gjørt, vóru prøvar tiknir av vøddavevnaði til neyvari kanningar.

Kanningarnar við massespektrometri
Kanningarnar skulu í stóran mun gerast á einum massespektrometurtóli. Í løtuni er tó ikki møguleiki at kanna øll tey trý kemisku evnini í bindivevnaðinum í Føroyum. Kanningarnar av tí minsta kemiska evninum, GAGs, krevur útgerð og førleikar, sum ikki eru í Føroyum í løtuni. Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum hevur ognað sær eitt tílíkt tól, men tað er enn ikki sett upp til at gera slíkar mátingar. Tí var neyðugt at fara til Boston í USA fyri at læra seg og at gera hesar kanningarnar.

 
Boston University
Á Boston University er ein deild við serfrøðingum innan júst MS kanningum av glucosaminoglykanum. Samband var tí fingið við hesa deildina, og har fingu vit møguleika at koma at vitja og at gera kanningarnar av GAGs innihaldinum í føroyska alilaskinum frá Hidden Fjord. Vitjanin hjá Ásu Jacobsen á Boston University vardi í 12 vikur. Umframt at úrslit vórðu fingin til vega um GAGs í bindivevnaði í alifiskinum, var eisini týdningarmikil vitan fingin um starvsstovumannagongdir, tekniska útgerð og tulking av data. Vitjanin var sera væleydnað, og tískil er arbeiðið longu farið í gongd við at betra um umstøður á Náttúruvísindadeildina, so tílíkar kanningar í framtíðini kunnu verða gjørdar í Føroyum, tí nú hevur Ásu Jacobsen sjálv hendan førleikan.

Seinastu tiðindi

21.02.2012
Altjóða móðurmálsdagur
Altjóða móðurmálsdagur hevur verið hildin síðani í februar 2000 við tí endamáli, at fremja málsligt...
20.02.2012
100 ára minni um fróðskaparmannin Jóannes Rasmussen
Røðin av almennum fyrilestrakvøldum heldur áfram á Háskúlanum komandi mánakvøld kl. 19.30. Hesa ferð...
15.02.2012
Nýtt skeið: “Humangenetikk fyri læknar”, byrjar 25. februar 2012
Tað er tey seinnu árini farin fram ein stór menning innan genetikk. Í dag er tað møguligt, bæði...
14.02.2012
Vitrunnin sátt og semja í makrelmáli
Hóast stóra politiska makrelósemju landanna millum, so samarbeiða granskingarstovnar og vinnufeløg í...
12.02.2012
Greinasavn um Jakob Jakobsen ummælt í altjóða netttíðarritinum ”Island Studies Journal”
Í altjóða nettíðarritinum ”Island Studies Journal” fær greinasavnið sum heild góð skoðsmál.
Fleiri tiðindi...
Vísir 1 til 10 av 560
Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult