Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
SitemapPDFRSS
Fróðskapur
Faroe University Press
Stavarin
Spell Check
Bókasavnsleiting
Library Search
Orðabøkur
Faroese Dictionaries
Leys størv

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru vit nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið. Rotturnar skulu nýtast til kanningar, sum skulu staðfesta, um ein ávís bakteria er at finna í føroyskum rottunum. Eisini er ætlanin at kanna, hvørjar parasittar rotturnar hava og at gera DNA-kanningar av rottunum.
Fyri at gera kanningarnar av føroysku rottunum, er neyðugt at hava rottur frá flest møguligum støðum kring landið. Tí hevði verið gott, um fólk hjálptu til við innsavningini av rottum. Hetta kann gerast við antin at seta fellur upp til endamálið ella at koma á Náttúruvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum við rottum, sum fólk av einihvørjari grund hava fingið fatur á.Fyri at gera kanningarnar av føroysku rottunum, er neyðugt at hava rottur frá flest møguligum støðum kring landið. Tí hevði verið gott, um fólk hjálptu til við innsavningini av rottum. Hetta kann gerast við antin at seta fellur upp til endamálið ella at koma á Náttúruvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum við rottum, sum fólk av einihvørjari grund hava fingið fatur á.
Kanna føroyskar rottur

Fyrsti partur av verkætlanin er at kanna, í hvønn mun føroyskar rottur eru fongdar við bakteriuni Leptospira interrogans. Hetta er ein bakteria, sum kann elva til sjúkuna leptospirosa, sum bæði fólk og dýr kunnu fáa.

Sjúkueyðkenni minna ofta um influensu við nógvum fepri, høvuðpínu og eymum vøddum, serliga í beinum og lendum. Sjúkan verður viðgjørd við pensilini ella øðrum antibiotika, men er tó ikki vandamikil. Í summum førum kann bakterian tó føra til meira álvarsligar sjúkur, sum fólk í ringasta føri kunnu doyggja av. Hetta er tó sera óvanligt, men í summar doyði ein maður í Danmark av leptospirosa. Hetta hendi, eftir at hann var vorðin smittaður í einum kjallara, sum fyltist við kloakkvatni eftir nógv glopraregn. Kanningar vístu seinri, at kloakkvatnið var fongt við leptospira bakteriuni. Hetta er fyrstu ferð, tey vita um, at nakar er deyður av hesi bakteriuni í Danmark.

VAR FYRR EIN TROPUOSJÚKA
Fyrr var hildið, at leptospirosa var ein tropisk sjúka, men veðurlagsbroytingarnar, sum verið hava tey seinnu árini, hava ført við sær meira regn og heitari veður. Hetta hevur ført við sær, at leptospirosabakterian hevur flutt seg longur norðureftir. Talan er sostatt ikki longur um eina tropiska sjúku. Danskar kanningar vísa, at í Keypmannahavn eru 50% av rottunum fongdar við bakteriuni. Vit vita enn, ikki hvussu støðan er í Føroyum, men vónandi verða vit klókari um ikki so langa tíð.

SMITTAN
Smittukeldan til leptospirosa er sum oftast gnagdýr, sum liva á landi. Um okkara leiðir eru tað serliga rottur og mýs, sum eru smittuberarar. Fólk verða tó ikki smittað beinleiðis av rottum ella mýs, men antin tí tey hava nortið við land frá dýrum, sum eru fongd við bakteriuni, ella av vatni, sum er fongt við bakteriuni. Hetta kemst av, at rottur og mýs, sum eru fongd við bakteriuni, hava stórar nøgdir av bakteriuni í nýrunum. Tá dýrið pissar, verður bakterian førd til umhvørvið, har rotturnar og mýsnar liva. Í Danmark eru 50% av rottunum fongdar við hesi bakteriuni, men hvussu støðan er í Føroyum, vita vit ikki.

FØROYSKA VERKÆTLANIN
Nú er so ætlanin at kanna, um bakterian er at finna í føroyskum rottum, og um so er, hvussu vanligar tær eru, og um tað er munur á ymsastaðni í Føroyum. Tað er Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum, sum stendur fyri kanningini, sum verður gjørd í samstarvi við granskarar á KU-Life á Keypmannahavnar Universiteti, sum er nýggja navnið fyri stovnin, sum fyrr æt Landboháskúlin.

Umframt at kann leptospirabakteriuna í rottunum, er eisini ætlanina at kanna, hvørjum parasittum rotturnar eru fongdar við, bæði uttan og inni í kroppinum. Ætlanin er eisini at gera DNA-kanningar av rottunum, fyri at vita hvaðani føroyska rottan hevur sín uppruna, og um tað er genetiskur munur millum rotturnar í teimum ymisku føroysku bygdunum.
 
SAVNA ROTTUR
Fyri at kunna gera hesar kanningar er neyðugt at fáa fatur á rottum frá ymiskum støðum kring landið. Fleiri, jú betur. Avtala er gjørd við rottufangaran hjá Tórshavnar kommunu um at koma á Náttúruvísindadeildina við teimum deyðu rottunum, sum hann fær fatur á. Eisini er avtala gjørd við onkur fólk kring landið um at koma við rottum.

Men av tí at brúk er fyri nógvum rottum frá so nógvum støðum sum møguligt, er ynskiligt at fáa fatur á fólki sum kunnu hjálpa til við innsavningini av rottum. Tað vildi tí glett meg almikið, um tað eru fólk kring landið, sum vildu hjálpt mær við hesum. Hetta kann gerast við at seta fellur upp til endamálið ella at koma við rottum, sum fólk av einihvørjari grund hava fingið fatur á. 

So hevur tú fingið eina rottu:

  • Koyra rottuna í ein plastikkposa. 
  • Skriva á ein seðil nær og í hvørjari bygd rottan er fingin. Um talan er um bygd øki, skrivað so eisini gøtunavn og nummar á seðilin.
  • Legg seðilin í plastikkposan. Bind væl fyri, og legg posan í frystaran. 


So kann eg fáa rotturnar, tá høvið býðst.

Ert tú við uppá hetta, ella er tað okkurt, sum tú er í iva um, so skrivað ella ring til:

           Eyðfinn Magnussen
           Teldupost         eydfinnm@setur.fo
           Fartelefon         265 831 
           Náttúruvísindadeildin
           Náatún 3 FO-100
           Tórshavn

Lurta eftir innslagnum í ‘Góaðan morgun Føroyar’ 19. desember 2012 (15 minuttir).

Hygg at innslagi  í 'Degi og Viku' 3. februar 2012 (2:48 minutes 5.1 Mb Kb, wlmp format).

 

Les eisini:
          Leptospira, Weils sygdom
          To tilfælde af leptospirose i forbindelse med skybruddet den 2. juli 2011


Seinastu tiðindi

21.02.2012
Altjóða móðurmálsdagur
Altjóða móðurmálsdagur hevur verið hildin síðani í februar 2000 við tí endamáli, at fremja málsligt...
20.02.2012
100 ára minni um fróðskaparmannin Jóannes Rasmussen
Røðin av almennum fyrilestrakvøldum heldur áfram á Háskúlanum komandi mánakvøld kl. 19.30. Hesa ferð...
15.02.2012
Nýtt skeið: “Humangenetikk fyri læknar”, byrjar 25. februar 2012
Tað er tey seinnu árini farin fram ein stór menning innan genetikk. Í dag er tað møguligt, bæði...
14.02.2012
Vitrunnin sátt og semja í makrelmáli
Hóast stóra politiska makrelósemju landanna millum, so samarbeiða granskingarstovnar og vinnufeløg í...
12.02.2012
Greinasavn um Jakob Jakobsen ummælt í altjóða netttíðarritinum ”Island Studies Journal”
Í altjóða nettíðarritinum ”Island Studies Journal” fær greinasavnið sum heild góð skoðsmál.
Fleiri tiðindi...
Vísir 1 til 10 av 560
Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult