Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
SitemapPDFRSS
Fróðskapur
Faroe University Press
Stavarin
Spell Check
Bókasavnsleiting
Library Search
Orðabøkur
Faroese Dictionaries
Leys størv

Um bókabrenning og at lesa við dogmatiskum brillum

Nú er tað ikki hvønn dag at okkara universitet mælir til bókabrenning, so eg haldi at ein viðmerking er upp á sítt pláss.
10.11.2011Eivind Weyhe
Eivind Weyhe, Lektari í málfrøði.Eivind Weyhe, Lektari í málfrøði.

Turið Sigurðardóttir, professari í bókmentum, hevur lagt eitt ummæli av teirri nýggju skaldsøguni “Brahmadellarnir” eftir Jóanes Nielsen út á heimasíðuna hjá Fróðskaparsetrinum. Har tekur hon harðliga til orðanna, ja, hon mælir beinleiðis til bókabrenning. Nú er tað ikki hvønn dag at okkara universitet mælir til bókabrenning, so eg haldi at ein viðmerking er upp á sítt pláss.

Sagt verður í ummælinum at upplagið átti at verið brent og prentað umaftur, tí teksturin er “illa hagreiddur á vegnum frá høvundi til lesara.” Tað sum serliga fær ilt í Turið, er, sum hon sigur, at “onkur í blindum hevur skift “hansara”, “hennara” og “teirra” um við “sín-” og við tí skapt ruðuleika í tekstinum.” Sum ummælarin orðar seg, gongur hon út frá at tað ikki er høvundurin sum skrivar so, men at onkur annar hevur verið inni og spilt honum tekstin. 

Nú er tað soleiðis vorðið, at undirritaði hevur havt ein fingur við í spælinum sum rættlesari. Tí kunnu orðini hjá ummælaranum næstan bara skiljast so, at tað er undirritaði sum hevur verið inni og skapt ruðuleika í tekstinum. Eg kann kortini vátta at í teimum dømum sum ummælarin nevnir, stendur teksturin hjá høvundinum óbroyttur. Og tað av góðum grundum, tí eg kundi ikki funnið uppá at rættað hasi dømini hon nevnir. Nú nevnir Turið bara tvey dømir, á s. 26 og 280, tí hon sigur seg ikki vilja pína lesaran við fleiri dømum, men sigur at tey eru í einum parti av skaldsøguni (tað fáa vit so ikki váttað við dømunum). 

Men er nú nakað sum helst galið við tekstinum hjá Jóanesi? Tað veldst um hvørt tú lesur við formalistiskum, fyri ikki at siga dogmatiskum, grammatiskum brillum, ella um tú lesur við hjartanum. Tikin út úr sínum samanhangi kann ein setningur saktans virka ólogiskur ella beinleiðis ógrammatiskur. Men í samteksti kann hann vera eitt raffinerað stílbragd. Í søguni “Heimkomin” endurgevur  Martin Joensen ta svartklæddu vertskonuna á kafénum fyri setningin: “Sær dámar væl musikk” (Útrák 1949, s. 22). Nú segði eg “endurgevur”, men endurgevast kann á ymsan hátt. Ein høvundur kann endurgeva talu beinleiðis ella óbeinleiðis ella  brúka sokallaða hulda beinleiðis talu. Sætt úr einum ógvuliga formalistiskum sjónarhorni er setningurin hjá MJ í roynd og veru ógrammatiskur, tí hvat vísir “sær” aftur til? Í staðin fyri sum vant at vísa til eitt subjekt í setninginum, vísir tað her út um sjálvan tann aktuella setningin, til ein samtekst sum setningurin fungerar í, nevniliga prátið hjá konuni. Í beinleiðis talu átti hon væl at sagt: “Mær dámar væl musikk.” Høvundurin kundi eisini endurgivið hana óbeinleiðis og sagt: “Hon sigur, at sær dámar væl musikk” (ella í tátíð: “Hon segði, at sær dámdi væl musikk”), ella heilt objektivt lýsandi: “Henni dámdi væl musikk”. Men hann velur at síggja persónin innanífrá, soleiðis at hansara objektiva og hennara subjektiva útsøgn renna saman. At tað eisini ber til at siga tað øðrvísi, vísir MJ eina síðu fremri, har tað eitur: “henni dámar upp á ongan máta, at gestir skulu halda slíkan gang.” (s. 21, hvør talar her, søgupersónurin ella frásøgufólkið ella kanska bæði?). Í setninginum hjá Jóanesi Nielsen um Wergeland og Móhammed (“Tað var Wergeland sum hevði opnað síni eygu fyri Móhammed”) skuldi “sín” strangt grammatiskt og við setninginum skræddum út úr øllum samanhangi, víst aftur til Wergeland, men her vísir tað út um setningin og til ein størri samtekst, har tann norski korporálurin Nils Tvibur fortelur. Tað sama er við hinum døminum. Við at siga “Sítt fyrstafødda barn var eitt flórbarn” heldur enn “Hennara ...”, gerst sjónarhornið meira persónligt. 

Annars skal ein ikki leita leingi í tekstum við sokallaðum impressioniskum stíli fyri at finna setningar sum á pappírinum eru ógrammatiskir, men sum tæna einum stílistiskum endamáli. Burtur úr einum hugsaðum setningi sum “Hon sigur, at sær dámar væl musikk” kutar MJ tey fyrstu orðini burtur og brúkar bara fýra tey síðstu orðini “sær dámar væl musikk”, restin er óneyðug. 

Vit kundu nevnt íslendingasøgurnar, og hvussu ofta tær mitt í einum setningi skifta frá óbeinleiðis til beinleiðis talu og øvut. Ógrammatiskt? Jú, sætt úr einum ógvuliga formalistiskum grammatiskum sjónarhorni, men viðurkent sum eitt serligt stíldrag hjá teimum.

Mál er ikki ein liðug skipan ið stendur millum permurnar í eini mállæru, stoypt í betong. Málið er ein mental process í heilanum á málbrúkaranum, har sum hann endurskapar málið hvørja ferð hann brúkar tað. Tí ræður um at lesa við hjarta, kenslum og innliving. Annars er vandi fyri at bókabálið verður alt ov stórt. 

Eivind Weyhe , Lektari í málfrøði, Føroyamálsdeildin.

Atknýtt tíðindi

Samband
Eivind Weyhe

Seinastu tiðindi

21.02.2012
Altjóða móðurmálsdagur
Altjóða móðurmálsdagur hevur verið hildin síðani í februar 2000 við tí endamáli, at fremja málsligt...
20.02.2012
100 ára minni um fróðskaparmannin Jóannes Rasmussen
Røðin av almennum fyrilestrakvøldum heldur áfram á Háskúlanum komandi mánakvøld kl. 19.30. Hesa ferð...
15.02.2012
Nýtt skeið: “Humangenetikk fyri læknar”, byrjar 25. februar 2012
Tað er tey seinnu árini farin fram ein stór menning innan genetikk. Í dag er tað møguligt, bæði...
14.02.2012
Vitrunnin sátt og semja í makrelmáli
Hóast stóra politiska makrelósemju landanna millum, so samarbeiða granskingarstovnar og vinnufeløg í...
12.02.2012
Greinasavn um Jakob Jakobsen ummælt í altjóða netttíðarritinum ”Island Studies Journal”
Í altjóða nettíðarritinum ”Island Studies Journal” fær greinasavnið sum heild góð skoðsmál.
Fleiri tiðindi...
Vísir 1 til 10 av 560
Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult