2454.18 - Faroese Administrative Law


Course number
2454.18
Title
Faroese Administrative Law
ECTS
10
Prerequisites
Bachelor degree or equivalent with adequate component of law
Purpose
At veita innlit í føroyska fyrisitingarlóg, serliga í tær mongu lógkeldurnar á økinum ið merkt er av ymsum rættarskapandi stovnum, Løgtingi og fyrisiting, samveldisstovnum, vanligu rættarskipanini, serligum trætustovnum og kærunevndum og ikki minst Løgtingsins Umboðsmanni, sum tilsamans orða tinglógir, kunngerðir, kæruavgerðir, úrskurðir, dómar og álit. Harumframt eru á hesum øki sera nógvar bókmentir ið hava stóra ávirkan. Hesar ymsu lógkeldurnar samvirka at skapa sera fjøltáttaða og broytiliga støðu. Síðan Løgtingsins Umboðsmaður var settur á stovn er hann vorðin alsamt meiri týðandi sum tann stovnur ið samskipar og mennir hesa avbjóðandi skipan. Men framvegis hevur stóran týdning at hava innlit í tær stóru tinglógirnar á økinum, umframt ávirkan frá danskari lóg og altjóða stovnum, og ymsari serligari lóggávu ið mangan er viðkomandi, umframt tengdar siðvenjur, serliga góðan fyrisitingarsið ið støðuga mennist. Skeiðið veitir kunnleika og háttalag at meta um hesa fjølbroyttu rættarstøðu. To give insight into Faroese administrative law, especially the many sources of law in this field of law marked by various law-creating institutions, the Faroese Parliament and administration, the institutions of the Realm, the regular courts, special tribunals and administrative boards of appeal, and not least the Parliamentary Ombudsman, which all together formulate statutes, regulations, reviews, decisions, judgements and recommendations. In addition, this field is marked by abundant highly influential literature. These varied sources of law combine to create a diverse and evolving situation. Since the Faroese Parliamentary Ombudsman was established, it has become gradually more important as the body that co-ordinates and develops this challenging system. However, it is still crucial to have insight into the great statutes in this field, as well as the influence from Danish law and international bodies, in addition to special legislation that is often relevant, as well as associated customs, especially the ever evolving standards of good administrative governance. The course provides knowledge and method to analyse this complex legal situation.
Content
Skeiðið byrjar við at ganga ígjøgnum hugtøk og háttalag viðkomandi fyri fyrisitingarlóg, eisini mótini við onnur lógøki. Síðani verða viðgjørd evnini søga, skipan og størv, at veita innlit, at fyrisita formliga, at fyrisita sakliga, kommunal fyrisiting og at royna fyrisitingarlóg. Fyri hvørt av evnunum verða tikin fram mong dømi um fyrisitingarlóg í verki og praktiskar avbjóðingar, har tey lesandi verða kunnaði um, hvussu fyrisitingarligar meginreglur mýkja ætlanir og heimildir hjá stovnum og rættindum og virksemi hjá borgarum. Í praktiskari fyrisiting á almennum stovnum verða stór krøv sett fyrisitarum, bæði lógkønum og fólki við aðrari útbúgving. Karmar eru settir í lóg, men innan hesar karmar skulu fyrisitarar leggja virki sítt til rættis. Mótvegis borgarum skal fyrisitast rætt formliga og innihaldsliga, mótvegis leiðsluni skal bæði vísast trúfesti og ráðgeving um møguleikar og avleiðingar. Fyrisiting krevur oftast at neyðugt er bæði at hava serkunnleika á ávísum tøkniligum øki og at duga at brúka fyrisitingarligar meginreglur. Skeiðið skal tí geva teimum lesandi kunnleika og amboð at greina tær ymsu skyldur og reglur, ið hvíla á fyrisitingin. Tey lesandi verða fyrireikaði til bæði at taka avgerðir og at ráðgeva í almennari fyrisiting í føroyskum høpi. The course begins with examining concepts and methods relevant to administrative law, including overlaps to adjacent legal disciplines. Then follows a survey the following subjects: history, organisation and offices, freedom of information, formal administration, substantive administration, municipal administration and administrative review. For every subject many examples will be scrutinized showing how collective administrative law works out in practise, including practical exercises, where the students are informed how administrative principles moderate the intentions and powers of public authorities as well as the private activity. In practical administration in public bodies much is required of the personnel both legally educated and of other backgrounds. A framework is set in law but within it the administration is further organised. Towards the citizen the administration must be correct formally and substantively, towards their superiors offer loyalty as well as advice on options and consequences. Public administration often demands both special technical knowledge as well as the ability to abide by legal administrative principles. The course shall therefore give the students the knowledge and skills to analyse the various duties and rules that are incumbent upon the administration. The students are prepared for both making administrative decisions and providing advice in public administration in a Faroese context.
Learning and teaching approaches
36 hours. The main classes will consist of presentations from teacher and exercises in addition to potential student presentations.
Learning outcomes
Tey lesandi skulu: -Greiða frá fyrisitingarlóg, lógkeldum, heimildum, stovnum og trætuskipanum. -Sýna ítøkiliga og breiða vitan um og fatan av innihaldsligu evnunum søgu, skipan, størv, innliti, formligari fyrisiting, sakligari fyrisiting, kommunalari fyrisiting og fyrisitingarligari roynd í føroyskum høpi. -Greiða frá týdninginum av samveldisstøðu Føroya í hesum høpi, hvørja ávirkan donsk og altjóða lóg og hvørjar heimildir danskir og altjóða stovnar hava í føroyskari fyrisitingarlóg. -Greiða frá viðkomandi tulkingarhættum og tulkingaravbjóðingum, eisini týdninginum av mennandi venju og ymsum sløgum av siðvenju. -Greiða frá grundleggjandi og serligum rættindum borgaranna í almennari fyrisiting. -Greiða frá heimildum og venju hjá ymsu trætustovnunum og høvinum hjá pørtunum at nýta hesar stovnar. -Greiða frá týdninginum av fyrisitingarlóg fyri einstaka stovnin og borgaran, eisini kommunum og óheftum stovnum. -Greina truplar fyrisitingarlógligar avbjóðingar við innliti í og fatan av øllum viðkomandi sløgum av lógkeldum. -Greina ta menning ið sæst ella er væntandi á ymsum økjum í fyrisitingarlóg. -Leggja fram og føra próvgrundir við javnvág og fatan av ymsum áhugamálunum, tulkingarrúmd og menning av økinum. -Leggja fram og føra við fatan av praktiska týdninginum av teim ymsu ásetingunum, siðvenjunum og mentu venjunum. -Miðla og orða vitan og framløgu fakliga og málsliga vandaliga merkt av greiðari skipan og høpi. The students shall: -Describe administrative law, the legal sources, powers, institutions and conflict resolutions. -Demonstrate concrete and broad knowledge on and understanding of the substantive subjects: history, organisation and offices, freedom of information, formal administration, substantive administration, municipal administration and administrative review. -Explain the importance of the constitutionally associated position of the Faroe Islands in this context, what impact Danish and international institutions have on Faroese administrative law. -Explain the relevant methods of interpretation and the challenges of interpretation, including the importance of dynamic practise and various kinds of customary law. -Explain basic and special rights of the citizen in public administration. -Explain the powers and the practise of the various conflict resolution bodies and the opportunities for the parties to use these bodies. -Explain the importance of administrative law to the individual public body and citizen, including municipalities and special institutions. -Analyse difficult administrative law challenges demonstrating insight and understanding of all relevant kinds of sources of law. -Analyse the development that can be seen or be expected on various issues of administrative law. -Present and argue evidence in a balanced way with an understanding of the various interests, rooms for interpretations and developments of a given issue. -Present and argue evidence with an understanding of the practical implications of the various provisions, customs and evolved practises. -Present and formulate knowledge and arguments correctly and succinctly in eloquent and correct language.
Assessment method
External examiners (with teacher) Written exam. For the exam the student will be allowed 4 hours and will have access to the course material and other materials from the classes. The exam question will be on particular subjects raised in the course material.
Examination
External
Marking scale
7-
Bibliography
Bárður Larsen: Materials for Faroese Administrative Law – available on the Moodle network.
Contact
Bárður Larsen