Skriva út

Yrkisetiskar leiðreglur
– hvussu brúka sjúkrarøktarfrøðingar
yrkisetisku leiðreglurnar
í praksis?

Verkætlanarábyrgd: Hildur við Høgadalsá, RN, MA, Katrin Andersen, RN, MA og Annemi Joensen, RN, MSc

Í 1988 var Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar stovnað, og í 1992 varð stovnað etiskt ráð, sum m.a. hevur til uppgávu at gera og framhaldandi at dagføra yrkisetiskar leiðreglur fyri føroyskar sjúkrarøktarfrøðingar.

Sjúkrarøktaretiska ráðið hevur givið møguleika fyri og lagt upp til, at sjúkrarøktarfrøðingar senda etiskar tvístøður inn til viðgerðar; sum stuðul til teirra dagliga virksemi. Hóast hetta tilboð eru bert fáir spurningar komnir inn til ráðið, samstundis sum tað sæst manglandi kjak um etiskar spurningar í Vøku og á heimasíðuni hjá etiska ráðnum.

Lesandi reflektera javnan um etiskar spurningar og tvístøður og viðgera tær í uppgávuskriving, bæði í ástøðiliga og kliniska partinum. Tað sýnist tó sum heild, at hesir spurningar í størri mun verða viðgjørdir í ástøðiliga partinum og í minni mun í kliniska partinum.

Tí fevnir okkara undran um, hvørt føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar eru tilvitaðir um etisku leiðreglurnar, og um teir brúka tær í sambandi við tvístøður og etiskar spurningar í sínum dagliga virksemi. Um ikki, hvat verða avgerðir teirra so grundaðar á, og hvør moralur ella hvørjir normar eru grundarlag undir  atburði og avgerðum í dagliga virkseminum, og hvaðani koma hesin moralur og hesir normar?

Farið er undir kanning av hesum spurningi á heysti 2011 og data verður savnað við fokusbólkasamrøðum. Væntandi verður úrslitið almannakunngjørt heystið 2012.