Skriva út

Heima er ikki til - ferðafrásagnir K. O. Viderøs

Verkætlanarábyrgd: Ph.d.-verkætlan hjá Bergi Djurhuus Hansen
Aðrir luttakarar: ?
Tíðarskeið: ?
Fígging: Fróðskaparsetur Føroya
Støða: endað

Byrjaði 01. august 2011 - Liðug 25. apríl 2015

Við støði í teirri hevd, sum evropeiskar ferðafrásagnir byggja á, verða ferðafrásagnir K.O. Viderøs bókmentasøguliga bólkaðar og greinaðar.

Uppi í hesum er m.a. ein viðgerð og áseting av tekstslagi. Spurningurin um tekstslag snýr tó ikki einans um bólking, men um týdningin tekstslagið hevur fyri okkara hugsan um skaldskap og um eg’ið/frásagnarfólkið í skaldskapi.

Um verkætlanina:

Viderø ger upp við tey krøv, sum galdandi eru fyri bæði skaldsøguna og fyri siðbundnu ferðafrásøgnina, hann skapar eitt nýtt fleirtáttað tekstslag. Ein tesa í verkætlanini er, at tað í ferðafrásagnum hansara ber til at eygleiða eina - at síggja til - paradoksala gongd: hann heldur fast um sín føroyska uppruna, men leitar samstundis burtur frá Føroyum og føroyskari mentan, og hann skapar í hesi leitan síni eitt egið mál og í grundini sína egnu tíð og sítt egna stað – sín egna bachtinska kronotop.

Við tilvísing til amerikanska bókmentafrøðingin Dennis Porter kann hetta lýsast sum eitt  slag av øvugtum “mapping”, har Viderø – í staðin fyri at leggja tað fremmanda undir seg – villist og broytist, men uttan at siga grundleggjandi tilverutulkingar úr einari farnari tíð frá sær. Úr hesum sprettur eksistentiella tyngdin í ferðafrásagnum hansara.

Tá ræður um myndamál, brúkar Viderø serliga samanburðir, t.d. verður tað fremmanda og ófrættakenda borið saman við okkurt kent og heimligt. Tilsipingarnar til aðrar tekstir eru mangar (Bíblian, Nietzsche, Spinoza, Schopenhauer, Spengler, griksk epos, kvæði, sagnir o.s.fr.), og tær verða endurtiknar aftur og aftur og virka sum leiðmotiv og sum eitt slag av rýmingar- og sambindingarleiðum. Men hvagar? Hvør var grundleggjandi drívmegin í leitan Viderøs? Hvat var endamálið, hvat dró hann út í heim og inn í seg sjálvan? Og verður hetta orðað í ferðafrásagnum hansara?