Skriva út

“Álvaratos, who cares?"

Ein samfelagsmálvísindalig
kanning av hugburði og nýtslu
av tøkuorðum og nýggjum orðum í føroyskum.

Verkætlanarábyrgd: Jógvan í Lon Jacobsen
Aðrir luttakarar: ?
Tíðarskeið: ?
Fígging: Fróðskaparsetur Føroya
Støða: Virkin

Evnið í ritgerðini er hugburður til tøkuorð, serstakliga ensk tøkuorð og  hugburður til heimlig nýggjyrði. Almenni føroyski málpolitikkurin hevur higartil verið merktur av puristiskum hugsanarhátti. Ritgerðin snýr seg altso um hugburð til orðapurismu. Purisma er ein hugsjón, ið hevur til endamáls at avmarka  ávirkanina frá fremmandamálum á tjóðarmálið.

Hugskotið er at nýggjyrðini skulu loysa tøkuorðini av, tí tað verður hildið, at tøkuorðini við sínum fremmanda bygnaði í longdini kunnu koma at máa støðið undan upprunaliga málbygnaðinum.

Endamálið við hesi kanningini er at kanna viðurskiftini frá einum samfelagsmálvísindaligum sjónarhorni til tess koma fram til eina størri fatan av, hvønn hugburð føroyingar hava til sjálvan málspurningin. Tað snýr seg um at fáa innlit í hvørjir normar og hvørji virði liggja sum grund undir teimum sjónarmiðunum, sum til ber at fáa fram í ljósmála.

Ritgerðin er partur av eini felags norðurlendskari verkætlan “Moderne importord i sprogene i norden”, sum formliga byrjaði í 2001, sett í verk av Norðurlendska Málráðnum. Yvirskipaða endamálið við verkætlanini er at fáa yvirlit yvir, hvussu nútímans tøkuorð og fremmandur málbygnaður verða viðfarin í norðurlendskum málum, t.e. hvørjir normar og hvørji virði finnast í teimum ymsu norðurlendsku málsamfeløgunum. Roynt verður at fáa innlit í hugburð hjá fólki í ymsum samfelagsbólkum (bólkað eftir kyni, aldri, lívstíli o.s.fr.) T.e. at enska árinið er í miðdeplinum, og spurningurin er, hvussu anglo-amerikanska altjóðagerðin ávirkar  norðurlendsku málini.

Ritgerðin er sett saman av trimum pørtum, ið nýta hvør sítt háttalag:

  • Ein meiningakanning (kvantitativ beinleiðis háttalag)
  • Ein grímukanning (”matched guise-test”, sum er eitt kvantitativ óbeinleiðis háttalag)
  • Langar samrøður við útvald heimildarfólk (kvalitativt beinleiðis háttalag)

Yvirskipaða spurnaðarorðingin er: Hvørjir normar og hvørji virði gera seg galdandi í føroyska málsamfelagnum, tá ið tað snýr seg um mál? Tilsaman eru uml.1200 heilmildarfólk við í kanningini (537 í meiningakanningini, 620 í grímukanningini og 48 í samrøðunum.

Í meiningakanningini er alt landið umboðað. Tey 537 tilvildarliga valdu heimildarfólkini eru býtt sundur samvarandi fólkatalinum í hvørjum av teimum 7 valdømunum, sum vóru nýtt sum útgangsstøði.

Úrvalið av heimildarfólki til samrøðurnar byggir á yvirskipað ástøði um lívstíl. Vit arbeiða við fýra lívstílum, nevndir A, B, C og D.  Vit hugsa okkum, at lívstílarnir eru umboðaðir í tveimum sløgum av fyritøkum, ávikavist siðbundnari framleiðsluvinnu og nútímans tænastuvinnu.

Innan hesi bæði vinnusløg finna vit heimildarfólk á tveimum  stigum: Á leiðslustigi (vælútbúnir leiðarar og millumleiðarar, í ritgerðini nevnd ervafólk) og  vanlig starvsfólk (við miðalangari ella ongari útbúgving, í ritgerðini nevnd neðrafólk). Lívstílskanningin vísir ongan greiðan skilnað í hugburði til og nýtslu av tøkuorðum hjá teimum ymsu lívstílsbólkunum. Tó sæst, at heimildarfólk frá lívstíli B (leiðarar í nútímans tænastuvinnu) vísa størri tolsemi mótvegis nútímans tøkuorðum, enn heimildarfólk frá  hinum bólkunum. Ein frágreiðing kann vera, at hesi heimildarfólk arbeiða nógv við kunningartøkni, har stórur partur av orðatilfarinum er á enskum.

Ein áhugaverdur spurningur er: Hvussu ber tað til, at fólk sum í stóran mun góðtaka tøkuorð í gerðandismálinum, kortini siga at “idealið” hevði verið at havt føroyskt orð? Slík sjónarmið koma fyri aftur og aftur í tilfarinum. Mest sannlíkt er orsøkin tann, at heimildarfólkini hugsa um spurningin á tveimum stigum: Málið er lutvíst symbol og lutvíst funktión. Tað “idéella” sipar til málið sum tjóðarímynd, symbol, men samstundis skal málið fylla út sín leiklut sum samskiftismiðil í gerandismálinum, og í teirri støðuni hevur tað minni at siga, hvørji orð  verða nýtt.

Men tann ímyndanarliga funktiónin er alla tíðina til staðar. Heimildarfólkini eru tilvitað um málsliga diskursin: at føroysk nýggjyrði eru betri enn tøkuorð. Harumframt er “politiskt røttu” svarini neyvan altíð álítandi. Ein máti at vinna á eygleiðaraandsøgnini er at eftirkanna  grundgevingarslagið, tí heimildarfólkini er valla altíð so tilvitað um, hvussu tey grundgeva fyri síni støðutakan í einstøku førunum. Tað vísir seg, at talið á pragmatiskum grundgevingum (at tað orðið ið tænir samskiftinum best, eigur at vera valt) er hægri enn talið á tjóðskaparligum/mentanarligum grundgevingum (tað at ein eigur at velja tað føroyska orðið heldur enn tað fremmanda, tí at málið er ein partur av okkara mentan og av samleikanum hjá tí einstaka.

Tá ið tað snýr seg um tøkni, síggja vit ein jaligari hugburð mótvegis tøkuorðum enn t.d., tá talan er um bókmentir og kirkjuna, har tey flestu siga, at vit eiga at nýta føroysk orð. Hetta er áhugavert, tí at tað vísir eitt mynstur, nevniliga at tey “føroysku økini” (t.d. føroyskar bókmentir og kirkjan) krevja føroysk orð, meðan tey “fremmandu økini” (t.d. tøkni og fremmandur matur) krevja fremmand orð.