Skriva út

Dialektverkætlanin 2015:
Broytingar av føroyskum
málførum gjøgnum trý ættarlið.
Hvussu, hvussu skjótt og hví?

Verkætlanarábyrgd (Fróðskaparsetur Føroya): Jógvan í Lon Jacobsen, prof., dr. philos.; Hjalmar P. Petersen, lektari, dr. phil.
Aðrir luttakarar: 
(Universitetið í Bergen):  Helge Sandøy prof.;  Edit Bugge,  førsteamanuensis, ph.d. 
Tíðarskeið: ?
Fígging: ?
Støða: Virkin

Endamálið við verkætlanini

Endamálið við verkætlanini er at kanna og fáa innlit í, hvussu nútíðarmálførini í Føroyum eru, og hvussu tey broyta seg. Viðvíkjandi broyting verður spurt, um aldur, kyn, stað og broytt netverk spælir inn, og/ella um broytingarnar eru innanmálsligar. Hugt verður at serdrøgum við málførunum, men eisini at athalli teirra millum. Tað seinna merkir, at kannað verður, um ávís málføriseyðkenni hvørva, og um so er, hví tey gera tað, t.e., um vit ganga móti einum miðføroyskum máli, har prestisja og autoritetur ella eitthvørt annað møguliga ávirkar.

Arbeiðssetningur

Ætlanin er at finna út av, í hvønn mun samfelagslig og/ella innanmálslig viðurskifti hava ávirkan á málførini. Spurt verður, um miðstaðarøki sum Tórshavn, Klaksvík og Tvøroyri ávirka málførini kring um seg, soleiðis at fólk laga málbrúk sítt eftir hesum miðstaðarøkjum. Hugt verður eisini at, um vissar broytingar evt. eru innanmálsligar.

Til tess at finna út av teimum málsligu og teimum samfelagsligu brigdlunum verða upptøkur gjørdar við heimildarfólkum frá ymiskum økjum, har eitt er miðøki, hini at rokna sum eitt slag av útjaðara. Spurningurin er so, um útjaðaraøkini laga mál sítt eftir miðstaðarøkinum. Økini eru: Vágar/Eiði : Tórshavn; Viðareiði : Klaksvík og Tvøroyri : aðrar bygdir í Suðuroy.

Heimildarfólkini eru:

Mynd 1. Yvirlit yvir heimildarfólk. K er stytting fyri 'kvinna'; M er stytting fyri 'maður'.

Aldur Vágar Eiði Tórshavn Klaksvík Viðareiði Tvøroyri Aðrar bygdir í Suðuroy
      I + II + III          
Eldri fólk (III) 2K + 2M 2K + 2M 6K + 6M 2K + 2M 2K + 2M 2K + 2M 2K + 2M = 36
Miðaldrandi fólk (IV) 2K + 2M 2K + 2M 6K + 6M 2K + 2M 2K + 2M 2K + 2M 2K + 2M = 36
Yngri fólk (V) 2K + 2M 2K + 2M 6K + 6M 2K + 2M 2K + 2M 2K + 2M 2K + 2M = 36
Fólk til samans 12 12 36 12 12 12 12 = 108

Eisini skulu eldri upptøkur nýtast at samanbera við:

Mynd 2. Eldri upptøkur

Ár Vágar Eiði Tórshavn Klaksvík Viðareiði Tvøroyri Aðrar bygdir í Suðuroy
      I + II + III          
I (1860-89) 2K+2M 2K+2M 6K+6M 2K+2M 2K+2M 2K+2M 2K+2M  
II (1890-1919) 2K+2M 2K+2M 6K+6M 2K+2M 2K+2M 2K+2M 2K+2M  
III (1920-49) 2K+2M 2K+2M 6K+6M 2K+2M 2K+2M 2K+2M 2K+2M  
Upptøkur til samans 12 12 36 12 12 12 12 =108

Og í Tórshavn er ætlanin at kanna, um málførisbakgrundin hjá heimildarfólkunum spælir inn:

Mynd 3. Tórshavn. Bakgrund hjá heimildarfólki H. er stytting fyri ’heimildarfólk’; Trsh. er stytting fyri Tórshavn

Aldur I II III
  H. er tilflytari H. hevur tvey tilflytaraforeldur H. hevur foreldur úr Trsh.  
Eldri fólk 2K+2M 2K+2M 2K+2M =12
Miðaldrandi fólk 2K+2M 2K+2M 2K+2M =12
Yngri fólk 2K+2M 2K+2M 2K+2M =12
Upptøkur til samans 6 6 6 =18
Fólk til samans 12 12 12 =36

Arbeiðsetningurin fyri alla verkætlanina er:

A) at digitalisera og skriva av allar upptøkurnar og fáa til høldar metadata (t.e., hvørja bakgrund heimildarfólkini hava). 
B1) at savna inn nýtt tilfar (ung, sum eru um 14-15 ár nú) .  
B2) at avskriva tilfarið. 
B3) at leggja ljóð- og avskriftir av øllum tilfarinum inn í eitt digitalt talumálskorpus, sum er lætt at leita í.
C) at savna inn upplýsingar um hugburð til mál og málvariatión; t.e. ótilvitaðar hugburðir, sum verða savnaðir inn við at gera grímukanningar. 
D1) at analysera málbroytingar í veruligari tíð. Hugt verður at, hvat broytist og í hvørja ætt broytingarnar ganga; hugt verður at, hvørjar sosialar og samfelagisligar treytir kunnu liggja aftan fyri broytingarnar. Hetta verður so sett inn í eitt alment sosiolingvistisk orðaskifti um dialektbroytingar. 
D2) at analysera tilfarið um hugburð. 
E) at miðla tað føroyska tilfarið og úrslitini í einum fólksligum formi eins væl og  vísindaliga, t.d. á ráðstevnum, bókum el. greinum.