University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Gransking
SAM 2869

Vísindastarvsfólk

Í 2025 vóru tilsamans 183 vísindastarvsfólk knýtt at Fróðskaparsetrinum, harav 58 høvdu granskingarskyldu. 

Mynd 1 vísir samlaðu tølini fyri vísindastarvsfólk á Setrinum við og uttan granskingarskyldu frá 2020 til í 2025. 

Talið av vísindastarvsfólkum er vaksið við fýra prosentum frá 2024 til 2025, og í 2025 høvdu 32 prosent av vísindastarvfólkunum granskingarskyldu.

Myndin vísir talið av vísindastarvsfólkum á Setrinum frá 2020 til 2025. Meðan grønu stabbarnir vísa samlaða talið av vísindastarvsfólkum, vísa bláu og appilsinlittu stabbarnir talið av ávikavist starvsfólkum við og uttan granskingarskyldu. 

Kynsbýtið

Av teimum 183 vísindastarvsfólkunum, sum starvaðust á Fróðskaparsetrinum í 2025, vóru 89 kvinnur og 94 menn – sí myndina niðanfyri.

Tó at tað í 2025 er nærum kynsjavnvág ímillum vísindastarvsfólk, eru framvegis rúm fyri bata, tí einans 38 prosent av teimum 58 starvsfólkunum við granskingarskyldu eru kvinnur, meðan kynsbýtið millum starvsfólk uttan granskingarskyldu er nakað javnari -  ávikavist 54 prosent kvinnur og 46 prosent menn.

 

Myndin vísir kynsbýtið millum talið av vísindastarvsfólkum á Setrinum frá 2020 til 2025. Meðan grønu stabbarnir vísa samlaða talið av vísindastarvsfólkum, vísa bláu og appilsinlittu stabbarnir talið av ávikavist kvinnum og monnum. 

Ph.d.-lesandi

Fyri at menna og varðveita eitt burðardygt granskingarumhvørvið á Setrinum og í føroyska samfelagnum yvirhøvur er umráðandi støðugt at seta við og útbúgva ph.d.-lesandi.

Í 2025 vóru 32 ph.d.-lesandi innskrivað á Setrinum, 17 kvinnur og 15 menn – sí myndina niðanfyri.

Tølini fyri ph.d.-lesandi á Fróðskaparsetrinum árini 2020-2025 geva ábending um eina støðuga menning, og frá 2020 til 2025 er talið av ph.d.-lesandi vaksið við 68 prosentum.

Myndin vísir talið av ph.d.-lesandi á Setrinum um árið seinastu fimm árini, frá 2020-2025.

Vísindaligar útgávur

Í 2025 vóru 277 vísindaligar útgávur útgivnar, har eitt ella fleiri starvsfólk á Setrinum eru umboðað. Av hesum eru 105 javnlíkamettar útgávur, sí myndina niðanfyri.

Talið av javnlíkamettum útgávum í 2025 er samanberiligt við árið fyri, meðan samlaða talið av útgávum upp á 277 er nakað hægri enn í 2024 og á leið við samlaða talið av útgávum í 2022. 

Myndin vísir talið av vísindaligum útgávum á Setrinum frá 2021 til 2025. Bláu stabbarnir vísa talið av javnlíkamettum útgávum, meðan appilsinlittu stabbarnir vísa samlaða talið av vísindaligum útgávum.

Umsóknir um granskingarstuðul

Í 2025 sendi Setrið tilsamans 121 umsóknir um granskingarstuðul til ymsar grunnar í Føroyum og uttanlands.

Talið av umsóknum, har ið starvsfólk á Setrinum eru nevnd sum umsøkjarar, er vaksið munandi seinastu árini. Bara frá 2024 til 2025 er vøksturin 26 prosent - sí myndina niðanfyri.

Eins og undanfarin ár verða nógvar umsóknir um stuðul til gransking sendar til Granskingargrunnin, skráir undir Granskingarráðnum (MARiNAO og FASDiNA) og Betri Stuðul í Føroyum. Í mun til undanfarin ár, vórðu munandi fleiri umsóknir um fígging til gransking sendar útlendskum fíggingargrunnum.

Talið av játtaðum umsóknum er vaksið eitt vet – úr 38 játtaðum umsóknum í 2024 til 40 játtaðar umsóknir í 2025. Sostatt fingu 33 prosent av sendu umsóknunum í 2025 stuðul játtaðan.

Myndin vísir talið av sendum (bláir stabbar) og játtaðum (appilsinlittir stabbar) umsóknum um granskingarstuðul frá Fróðskaparsetrinum í 2020, 2021, 2022, 2023, 2024 og 2025.

Játtaðar upphæddir

2025 var besta árið higartil, tá hugt verður eftir játtaðu stuðulsupphæddini til gransking – sí myndina niðanfyri. 

Samlaða stuðulsupphæddin í 2025 var 29,3 milliónir krónur. 

Samanborið við 2024, tá Setrið skaffaði 17,4 milliónir krónur, er stuðulin til gransking vaksin við 68 prosentum.

Umframt, at játtaða upphæddin til gransking frá føroyskum grunnum og íleggjarum er vaksin nakað frá 2024 til 2025, er tað serliga fígging frá grunnum uttan fyri Føroyar, ið koyra undir vøksturin í upphæddini av játtaðum stuðli til gransking fyri 2025.

Myndin vísir játtaðar stuðulsupphæddir til gransking á Setrinum frá 2020 til 2025. Meðan grønu stabbarnir vísa samlaða virðið av játtaðum stuðli, vísa bláu og appilsinlittu stabbarnir virðið av játtaðum stuðli úr ávikavist Føroyum og útlondum. 

 

Ársfrágreiðingar

 

Eitt kjarnuvirksemi hjá Fróðskaparsetri Føroya er gransking, og granskingin verður lýst í árligu frágreiðingunum niðanfyri

2025

2024

2023

2022

2021

2020