University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Gransking
Skeiðsluttakarar

Inngangur

 

Reglurnar um granskingaretikk eru galdandi fyri gransking hjá vísindafólkum og lærarum í føstum ella leysum størvum, lesandi og gestagranskarum á Fróðskaparsetri Føroya umframt granskarum, ið samstarva við Setrið. 

Reglurnar skulu tryggja, at øll gransking lýkur strong krøv um integritet, virðing fyri luttakarum og samfelagsábyrgd. Endamálið er at veita granskarum karmar, sum kunnu hjálpa teimum gjøgnum etiskar tvístøður og at taka avgerðir, sum raðfesta umsorgan fyri luttakarum, djórum og umhvørvi, trúvirðið í granskingini og menningina av vitan á ein hátt, sum tænir samfelagnum best. 

Á hesi síðu finnur tú Reglur fyri granskingaretikk, kunning um granskingaretiska góðkenning og leinkjur til viðkomandi tilfar. 

Reglur um granskingaretikk


Reglurnar um granskingaretikk orða etisku grundreglurnar og útlitini fyri gransking á Fróðskaparsetri Føroya.

Harumframt eru reglurnar karmur um, hvussu Granskingaretiska nevndin metir umsóknir um granskingaretiska góðkenning. 

Reglurnar um granskingaretikk eru skipaðar í fýra partar: 

  • Granskingarintegritetur 
  • Etikkur og gransking, sum menniskju eru partur av 
  • Etikkur og gransking við atliti at djórum, náttúru og umhvørvi 
  • Sáttmálagransking 
     

Reglur um granskingaretikk (FØ)

Code of Research Ethics (EN)

  •  

  •  

Granskingarintegritetur

Parturin fevnir um tær grundreglur, sum allir granskarar og Fróðskaparsetrið sum stovnur mugu halda. 

Reglurnar snúgva seg millum annað um vísindaligan integritet, atgongd til dátur og dátunýtslu, ummæli av verkum hjá øðrum, javnlíkameting og kjak, høvundar og samhøvundar, viðurskifti millum lesandi og vegleiðara, demokratiskt kjak og vitanardeiling, alment orðaskifti, avhending av granskingarúrslitum, upphavsrætt og rættindi til egið verk. 

Leiðreglur um granskingarintegritet 

Etikkur og gransking, sum menniskju eru partur av

Parturin fevnir um kjarnuvirði og etiskar meginreglur um gransking, sum menniskju eru partur av. 

Í lítlu og samantvinnaðu Føroyum, har einstaklingar og staðseting ofta kunnu avdúkast, má ásannast, at summi dátusløg, serliga kvalitativar dátur, illa kunnu haldast dulnevnd. Granskarar mugu tí eisini vera eyka umhugsnir, tá ið teir hava meira enn ein leiklut mótvegis luttakarum. 

Gransking eigur at styðja upp undir tign og virðing fyri menniskjum, virða sjálvræði og sjálvsavgerðarrætt og verða útint meinaleyst og við varsemi. Gransking eigur eisini at virka fyri rættlæti og inklusjón, verða útint ærliga og vekja álit umframt at vísa samfelagsábyrgd. 

Vanliga skal gransking av menniskjum vera grundað á upplýst samtykki frá luttakarum. Luttøka má vera sjálvboðin, og luttakarar eiga til eina og hvørja tíð at kunna taka seg aftur. Granskarar mugu tryggja, at granskingin ikki skaðar luttakarar, hvørki sálarliga, kensluliga, sosialt, fíggjarliga ella likamliga. 

Granskarar mugu eisini virða privatlívið hjá luttakarum. Luttakarar hava rætt til kunning um, hvør ið hevur atgongd til trúnaðarliga vitan um teir, og hvussu henda vitan verður brúkt. 

Vísindasiðsemisnevndin 

Verkætlanir við lívrunnum tilfari frá menniskjum ella menniskjaligum virksemi, ið eru fevndar av galdandi lóggávu, kunnu krevja góðkenning frá Vísindasiðsemisnevndini. Hetta kemur aftrat kravinum um góðkenning frá Granskingaretisku nevndini á Fróðskaparsetri Føroya. 

Leiðreglur um gransking, sum menniskju eru partur av 

Vísindasiðsemisnevndin 

Etikkur, tá vit granska djór, náttúru og umhvørvi

Parturin fevnir um kjarnuvirði og etiskar reglur um gransking við atliti at djórum, náttúru og umhvørvi. 

Øll gransking má viðurkenna og virða íborna virðið í djóralívi, náttúru og umhvørvi. Granskingarvirksemi eigur at verða lagt til rættis og framt út frá hesi meginreglu fyri at tryggja, at teirra íborna virði verður havt í huga í øllum pørtum av granskingini. 

Tá ið lívrunnir ella ólívrunnir sýnislutir verða tiknir úr náttúruni, skal sýnistøkan ikki skaða náttúru, náttúruvirði, lívfrøðiligt margfeldi ella mentanarvirði. 

Djór skulu ikki pínast óneyðugt í granskingarhøpi. Granskarar skulu í mesta mun avmarka vandan fyri djórapínslu og tryggja djóravælferðina. Granskarar og onnur, sum viðgera livandi djór, mugu hava rættan og dagførdan serkunnleika um tey djór, ið skulu kannast, ella hava slíkan kunnleika til taks. 

Loyvi og upplæring skulu vera avgreidd, áðrenn tað praktiska arbeiðið við verkætlanini byrjar. Vanliga krevur sýnistøka frá livandi djórum loyvi frá Landsdjóralæknanum. 

Leiðreglur um gransking við atliti at djórum, náttúru og umhvørvi 

Sáttmálagransking

Parturin fevnir um etisk fyrilit í sáttmálagransking. 

Sáttmálagransking fevnir um verkevni, ið verða ásett og fíggjað av uttanhýsis kundum, sum kunnu hava serstakan áhuga í granskingarúrslitum og í, hvussu tey verða borin fram. 

Granskingarfrælsi er eitt kjarnuvirði í universitetsgransking. Tí má javnvág verða tryggjað  millum óhefta gransking og sáttmálagransking. 

Granskarar og granskingarstovnar mugu tryggja, at granskingarverkætlanir fyri kundar lúka almennar standardar um háttalag og etikk. Ábyrgdin og íkastið hjá hvørjum einstøkum granskara til verkætlanina skulu vera greið og gjøgnumskygd, og granskarar og granskingarstovnar mugu tryggja, at tey eru óheft at kundum sínum. 

Greiðar upplýsingar skulu vera tøkar um fígging av granskingini. Kundar og granskarar mugu leggja granskingarúrslit greidliga fram. Tað er óetiskt einans at greiða frá jaligum granskingarúrslitum ella at geva villleiðandi ella avskeplandi kunning. 

Sum heild eiga granskingarúrslit at verða givin út alment. Møguligar avmarkingar fyri útgávu skulu ásetast í einum skrivaðum sáttmála frá verkætlanarbyrjan. 

Leiðreglur um sáttmálagransking 

Granskingaretisk góðkenning

Granskingaretiska nevndin á Fróðskaparsetrinum hevur ábyrgdina av at viðgera umsóknir og veita granskingaretiska góðkenning umframt at breiða út tilvitsku og vitan um granskingaretikk. 

Fróðskaparsetur Føroya arbeiðir í løtuni við at menna eina talgilda umsóknar- og viðgerðarskipan fyri granskingaretiskar umsóknir, Ethics RM. Skipanin verður eftir ætlan sett í verk í 2027. 

Nærri kunning um umsóknargongdina, krøv til umsóknir og viðgerðina av umsóknum, verður løgd út á hesa síðuna, tá ið skipanin er klár. 

Tá ið talgilda umsóknar- og viðgerðarskipanin verður tikin í nýtslu, verða hesi leinki virkin: 

  • Søk um granskingaretiska góðkenning
  • Vegleiðing til umsóknina
  • Vanligir spurningar um granskingaretiska góðkenning 

Samband

Hevur tú spurningar ella uppskot um tillagingar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Granskingaretisku nevndina á Fróðskaparsetri Føroya. 

Teldupostur: etisknevnd@setur.fo 
Telefon: +298 293946