Granskingarsamstørv
Fróðskaparsetur Føroya mennir áhaldandi samstarv við privata og almenna geiran í Føroyum.
Endamál
Málið er at tryggja, at okkara gransking er til greitt og vaksandi gagn fyri føroyska samfelagið.
Fleiri granskingarsamstørv eru virkin, og tey eru serliga grundað á øki, ið vinnulívið ella almenni geirin hevur áhuga fyri, og sum gagna bæði gransking, útbúgving, fyritøku og samfelagi.
Gransking er grundleggjandi fyri samfelagsligu menningna. Umframt at geva fíggjarligar ágóðar, gera granskingarsamstørv arbeiðið meira spennandi fyri starvsfólk og draga vælútbúgvin og dugnalig starvsfólk til fyritøkuna ella stovnin.
Samstørvini geva samstundis granskarunum á Fróðskaparsetri Føroya betri innlit í viðurskifti hjá vinnu og tí almenna, og høvi at arbeiða við aktuellum avbjóðingum, sum eisini er til gagns fyri tey lesandi.
Samband
Um fyritøkan ella stovnurin hjá tykkum hevur áhuga fyri samstarvi, so eru tit altíð vælkomin at venda tykkum til Granskingar- og framtakseindina á Fróðskaparsetri Føroya.
Vit hjálpa tykkum m.a. við at finna tann rætta granskaran til aktuellu uppgávuna.