Skriva út

Komandi tiltøk

  1. marts 2021. Framløgudagur um heilsugransking á Depilinum fyri Heilsu- og Almannagransking.

Farin tiltøk

  1. jan 2019: Framløgudagur um heilsugransking á Depilinum fyri Heilsu- og Almannagransking.

Í januar 2019 varð ein heilsugranskingardagur fyriskipaður í Kongshøll, har allir granskarar innan heilsuøki høvdu høvi at leggja teirra gransking fram. Dagurin var sera væleydnaður við framløgum frá 22 granskarum, sum høvdu 5 minuttir hvør at leggja fram eina heildarmynd av gransking sínari. Hettar var ein góður máti at fáa innlit í granskingina hjá hvør øðrum og av heilsugransking í Føroyum. Ætlanin er, at hettar skal vera ein afturvendandi tiltak.

PhD skeið, sum depilin hevur bjóðað út:

Basic principles of epidemiology , fyriskipað í Septembur 2017 av Shahin Gaini, yvirlækna á LS (https://www.gransking.fo/en/resources/calendar/basic-course-in-epidemiology-for-phd-students/).

Íalt 15 luttakarar vóru, og høvdu teir starvsstað á teimum 3 stovnunum handan Depilin. Marin Strøm, lektari á Setrinum og Sjúrður Olsen, adjungeraður professari á Setrinum undirvístu. https://ls.fo/t%C3%AD%C3%B0indi/2017/vaeleydna%C3%B0-phd-skei%C3%B0-%C3%AD-epidemiologi/?L=EN

 R for statistics - basic course in the statistical program R and RStudio, fyriskipað av Mariu Skaalum Petersen Í august 2019 (27. Aug to 29. Aug 2019), har granskarar hjá samstarvsstovnunum luttóku frítt (https://www.setur.fo/fo/setrid/tiltok/r-for-statistics/).

Íalt 15 luttakarar vóru, harav 12 frá samstarvsstovnunum, meðan tríggir uttanhýsis luttakarar vóru. Undirvísararnir vóru Kasper Kyhl, lækni frá LS og Ólavur Mortensen, PhD lesandi á Ílegusavninum og innskrivaður á Setrinum.