Skriva út

Eftirmetingar í føroyska fólkaskúlanum (2014)

Dagbjartur Debes, námslektari í søgu og bókavørður

Rannsóknin hevur til endamáls at gera eina lýsing av ymsu eftirmetingum fólkaskúlans: Landsroynd, PISA umframt ársmet og próvtøl fyri 9. fl. Dentur verður lagdur á at lýsa samsvar og frávik millum ymsu eftirmetingarhættirnar, millum lærugreinar og møguligan kynsmun.

Úrslitið verður eisini sett í samband við Manntal 2011, har m.a. verður víst á, at útbúgvingarstigið er ymiskt í landinum.

Nøkur fyribils úrslit av rannsóknini eru at lesa í Frøði 3/2014.