Skriva út

Ung fólk (2012)

Verkætlanarábyrgd: Firouz Gaini, ph.d., lektari í antropologi og samfelagsvísindum

Verkætlanin er eitt granskingarsamstarv, sum byrjaði í 2010. Tilfarið er savnað í stórari spurnakanning í fólkaskúlum í Føroyum og Íslandi. Kanningin hyggur serliga at heilsu, frítíð og trivnaði hjá ungdómi í 15-16 ára aldri. Føroyska spurnakanningin fór fram í 9. flokkum kring alt landið á vári 2012. Úrslitini verða almannakunngjørd á seminari í Havn í oktober 2012. Granskingarleiðarar eru Firouz Gaini (Námsvísinda-deildin) og Jón Sigfússon (Rannsóknir & Greining, Háskúlin í Reykjavík).

Endamálið er at geva eina neyva granskingargrundaða støðumynd av almennu livikorum ungdómsins, sum lokalir myndugleikar og landsmyndugleikar kunna brúka beinanvegin. Í Íslandi hava tey í mong ár gjørt sonevndu “Ungt fólk” spurna-kanningar, sum skúlar og kommunur brúka sum grundarlag fyri at skipa ein betri politikk fyri skúla og ungdóm.

Frágreiðingin "Ungfólk í Føroyum 2012" lýsir og viðger úrslitini av stórari skúlaspurnakanning, sum Firouz Gaini gjørdi í 2012. Kanningin gevur okkum upplýsingar um tey, sum gingu í níggjunda flokki skúlaárið 2011-2012.

Vit síggja m.a., at nógv hava ilt við at finna sítt pláss í skúlanum. Her tosa vit um bæði gentur og dreingir, ung í bý og á bygd. Samstundis sum tey fýlast á støðuna, so rokna tey flestu við at fara undir hægri útbúgving seinni í lívinum. Javnvág er ikki millum «veruleikan» í dag og tað, ungdómurin vónar at gera til morgindagsins «veruleika».

Fá halda skúlan vera ov torføran, nógv halda hann vera ov lættan. Nógv hugsa um at gevast ella skifta skúla. Hesar kenslurnar endurspegla ikki bara skúlaviðurskifti, men eisini frítíðarlívið, har t.d. alnetið og aðrir miðlar fara við nógvari tíð.

Frágreiðingin kann takast niður her