Skriva út

Aligransking

Aling er vorðin ein týðandi vinna í Føroyum, men royndirnar hava víst at stór afturstig kunnu henda inna heilt stutta tíð. Góður trivnaður hjá alifiskinum og lívfrøðilig umhvørvis atlit eru avgerandi fyri at henda vinnan skal verða burðadygg.

NVD hevur sett sær fyri at verða við til at menna vitan um streym og aldir  inni á firðunum og úti á landgrunninum, at menna aliútgerð, ið fremja góðan trivna bæði hjá fiski og røktarum og at  útvega vitan um samspælið millum eitt alibrúk og lívfrøðiliga umhvørvi uttanum.  Hetta verður í verkætlanum í samstarvi við vinnufeløg og aðrar stovnar bæði í Føroyum og í øðrum londum.

Ph.d.-verkætlanir

Útgerð til harðbalin økir

Í 2003 læt Statoil-bólkurin fíggjarligan stuðul til eina Ph.d.-verkætlan, sum víðariførur arbeiði, sum skjøtil var settur á í verkætlan saman við Vónin og Fiskirannsóknarstovuni. Ph.d.-verkætlanin verður framd í samstarvi við Universitetinum í New Hamshire, USA, umframt við virkir og stovnar í Føroyum. Úrslitini frá teimum ymsu smærri verlætlanum verða nýtt í Ph.d.-verkætlanini.

Les meira...

Ávirkan av aling á umhvørvi

Í hesari  verkætlanini verður kannað, hvussu lívrunna tilfarið frá alibrúkum ávirkar botnin og sjógvin nærhendis alibrúkum. Høvuðstilfarið til hesa verkætlanina eru mátingar, sum verða gjørdar á Kalbaksfirði. Hetta arbeiði verður gjørt á Fiskirannsóknarstovuni í samstarvi við Náttúruvísindadeildina.

Les meira...

Altjóða samstarv

NVD samstarvar við granskingarbólkar kring heimin, sum arbeiða við at menna útgerð til at ala á meira harðbalnum økjum, bæði  nær landi og á opnum havi. Hesir granskingarbólkarnir eru yvirhøvur smáir, og hava í stóran mun arbeitt óheft av hvørjum øðrum. NVD hevur verið við í arbeiðinum at menna samstarv millum bólkarnar, og var vertur fyri tí fyrstu Open Ocean Aquaculture Engineering verkstovuna í 2005.

B.Sc. upggávur

Bachelor lesandi á Náttúruvísindadeildini enda útbúgvingina við einari ritgerð, sum tey brúka 3-5 mánaðir uppá at skriva. Nakrar av hesum ritgerðunum hava arbeitt við evnum, sum viðvíkja alivinnuni. Nøkur dømir eru:

Myndin vísir alari á vitjan meðan royndir verða gjørdar í brunninum hjá Vónini í Fuglafirði.