Skriva út

Depil fyri Havmyndlan á Setrinum

Centre for Ocean Numerical Modelling at the University of the Faroe Islands (COSURFI)

Havið veitir grundarlagið fyri næstan øllum í føroyska samfelaginum. Nærum allur útflutningurin stavar frá fiski- og alivinnuni,  samferðsla er um firðir og millum lond, mong nýta sína frítíð í báti, og kappróður er tjóðarítrottur okkara, umframt at vit í sjóvarfalsrákinum og aldunum  hava eina týðandi varandi orkukeldu til at reka okkara nútímans samfelag. Hesar givnu møguleikarnar frá náttúrunnar hond mega vit gagnnýta skynsamt og tillaga til broytingar, uttan mun til um tær eru náttúrligar ella mannaskaptar. 

Hetta krevur góða vitan um havið. Fyri at greina og skilja fleiri tilgongdir í havinum er farið undir at menna ein fleirtáttaðan myndil fyri føroyska sjóøkið frá djúphøvunum kring okkum og inn á firðir og sund. Her hava vit valt at brúka FVCOM myndilin, sum upprunaliga er mentur á University of Massachusetts-Dartmouth í USA í útgávuni, sum er løgd til rættis á Plymouth Marine Laboratory.

COSURFI byggir á verkætlanir, sum fyrr hava verði á Setrinum, og fyrstu stigini í hesum umfarinum í árunum 2019-22 er gjørt møguligt við fíggjarligum stuðli frá alifelaginum Bakkafrost, meðan avleiddar og atknýttar verkætlanir eru stuðlaðar av ymsum veitarum.

 

FVCOM á COSURFI
Verkætlanir
Eldri verkætlanir

Sjóvarfalsorka

Alduviðurskiftir á Landgrunninum

Trygd á sjónum

Aling á harðbalnum økjum