Skriva út

PFC kanning av føroyingum
– gongdin eitt 10 ára skeið.

Verkætlanarábyrgd: Jónrit Halling

“Perfluorinated compounds” ella PFC-evnir eru menniskja skapt, og framleiðslan byrjaði av álvara í 1950unum. PFC evnini hava nyttuligar eginleikar, tí tey eru bæði vatn- og feittskýggjandi. Av somu orsøk verða tey brúkt til eitt nú impregnering av papptallerkum, matinnpakking, regnklæðum, skóm, møblum, steikipannum og til nógv onnur endamál. Vit koma tí øll í samband við hesi evni, sum hava víst seg at hópast upp í føðiketuni og vera sera torfør at niðurbróta. Evnini verða upptikin í kroppinum, t.d. tá matur verður dálkaður av innpakking, tá vit anda inn dust frá viðgjørdum klæðum o.s.fr. Kanningar seinastu árini hava givið ábendingar um, at PFC evnini hava skaðilig árin á fólkaheilsuna.

Í 2012 varð kanning gjørd av PFC nøgdunum í føroyingum yvir eitt 10 ára skeið. Íalt 209 fólk, sum áður høvdu luttikið í eini kanning av heilivágsniðurbróting í 2003, luttóku í hesi kanning. Blóðroyndir vórðu tiknar, samstundis sum blóðroyndir frá kanningini í 2003 vóru tiknar framaftur. Hesar vóru allar kannaðar fyri ymisk PFC evni, og tað var tí møguligt at staðfesta PFC nøgdirnar hjá somu fólkum í ávikavist 2003 og 2012. Samstundis vóru tey biðin at svara einum umfatandi spurnablaði (food frequency questionnaire), sum snúði seg um, hvat tey høvdu etið ein mánað frammanundan at blóðroyndin varð tikin. Hetta bleiv gjørt fyri møguliga at kunna staðfesta PFC keldurnar í matinum, sum tey høvdu etið.

Kviksilvur dálking og D-vitamin nøgdir í móðurlívi – sambandið millum hesi og autismu

Autisma er mett at vera sera tengd at ílegum, og arvur hevur víst seg at spæla ein stóran leiklut, tá hugt verður eftir, hvørji verða fødd við autismu. Tó er tað nógv sum bendir á, at umhvørvis árin, so sum dálking, eisini er ein partur av frágreiðingini. Gransking aðrastaðni í heiminum hevur víst á, at høgar nøgdir av kviksilvuri, eins og D-vitamin trot, kunnu vera vandatættir í samband við autismu. Av tí at vit í Føroyum eta mat úr havinum, sum t.d. grind, sum vit vita kann vera illa dálkað við kviksilvuri, er tað nærliggjandi at kanna hetta sambandið júst her hjá okkum, samstundis sum vit ikki fáa eins nógv D- vitamin her sum á syðri breiddargradum.

Í árunum 2002-2004 varð kanning sett í verk, sum hevði til endamáls at staðfesta títtleikan av autismu í Føroyum. Man gjørdi tá eina screening av m.a. øllum børnum í fólkaskúlanum. Úrslitið av hesi og eini víðkaðari kanning í 2009 var, at títtleikin av autismu í Føroyum varð staðfestur at vera uml. 1% og tískil tann sami sum aðrastaðni. Í 2009 vóru eisini blóð ella spýtt royndir tiknar til ílegukanningar, og í hesum sambandi varð ein kontrolbólkur eisini boðin at luttaka (sama kyn og aldur). Ætlanin er nú at at kanna, um munur var á nøgdunum av kviksilvuri og D-vitamin í móðurlívi hjá teimum við autismu og kontrolbólkinum. Hetta ber til at kanna í blóðinum, sum var tikið á PKU kort, beint eftir at hesi vóru fødd. Kanningin kann geva eina ábending um, hvørt høgar nøgdir av kviksilvuri, ella D-vitamin trot í móðurlívi hava samband við autismu.