Skriva út

Plantu- og djóraplankton
á Føroyska landgrunninum

Verkætlanarábyrgd: Høgni Hammerhaim Debes, PhD-kandidatur, og Eilif Gaard, granskari/adj. lektari.

Vøksturin hjá plantuplankton á landgrunninum er kannaður og roynt er  at skilja, hví vøksturin ikki er eins á øllum landgrunninum og hvørjar orsøkirnar eru til, at hann ikki er eins á hvørjum ári. Serliga verður hugt eftir árininum, sum skiftandi beiti hjá djóraplankton hevur.

Verkætlanin byrjaði í 2003,  er framd á  Fiskirannsóknarstovuni og endaði í juni 2007 við PhD-verju á Fróðskparsetrinum.  Fíggjarligur stuðul var  latin av oljufeløgunum Anadarko og BP Amoco.

Meira um verkætlanina fæsta við at venda sær til:
Høgna Hammerhaim Debes, PhD-kandidatur, Fiskirannsóknarstovan
Eilif Gaard,  granskari/adj. lektari, Fiskirannsóknarstovan/Náttúruvísindadeildin.