Ph.d.-ráðið á Setrinum
Um Ph.d.-ráðið
Ph.d.-ráðið verður valt av ph.d.-netverkinum á Setrinum og er mannað av ph.d.-lesandi, sum eru innskrivað á Fróðskaparsetri Føroya.
Ráðið er ein felags rødd fyri ph.d.-lesandi og arbeiðir fyri, at sjónarmið og tørvur teirra verða hoyrd. Ráðið tekur upp mál av felags áhuga og er sambindingarlið millum ph.d.-lesandi, leiðsluna á Setrinum og aðrar viðkomandi eindir.
Umboðan og samstarv
Ph.d.-ráðið arbeiðir fyri, at ph.d.-lesandi hava ávirkan á menningina av ph.d.-útbúgvingini og kørmunum kring hana.
Ráðið hevur eitt umboð í Ph.d.-nevndini, sum hoyrir til Ph.d.-skúlan á Fróðskaparsetri Føroya. Nevndin arbeiðir við at tryggja dygdina í ph.d.-útbúgvingini og viðger mál, sum hava týdning fyri innihald, skipan og karmar fyri útbúgvingina.
Ráðið tekur eisini lut í norðurlendskum samstarvi, eitt nú The Nordic Link, har umboð fyri ph.d.-lesandi skifta royndir og vitan um ph.d.-útbúgving, vegleiðing og arbeiðsumstøður. Samstarvið gevur íblástur til at menna umstøðurnar hjá ph.d.-lesandi á Setrinum.
Arbeiðs- og lestrarviðurskifti
Ph.d.-ráðið arbeiðir fyri greiðum og góðum arbeiðs- og lestrarviðurskiftum hjá ph.d.-lesandi.
Hetta fevnir millum annað um rættindi og skyldur, arbeiðstíð, setanarviðurskifti og býtið millum gransking, undirvísing og aðrar arbeiðsuppgávur.
Ráðið tekur upp felags avbjóðingar og arbeiðir fyri, at ph.d.-lesandi hava góðar umstøður at fremja sína gransking og gjøgnumføra útbúgvingina.
Felagsskapur og trivnaður
Ph.d.-ráðið arbeiðir fyri einum sterkum og stuðlandi felagsskapi millum ph.d.-lesandi á øllum deildum á Setrinum.
Ráðið tekur stig til felags tiltøk, eitt nú skriviløtur, skrividagar, felags miðmálar og aðrar samkomur. Endamálið er at styrkja trivnað, samanhald, vitanarbýti og fakligt samstarv tvørtur um fakøki.