University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Gransking

Ph.d.-skúlin á Setrinum

Ph.d.-skúlin er til tín, sum vilt útbúgva teg til granskara og kanska menna teg til serfrøðing á ávísum øki. Útbúgvingin gevur tær førleika til at granska, menna og nýskapa í samsvari við vísindaligar og etiskar grundreglur
Ul0026 454

Ph.d.-kunngerðin

Ph.d.-útbúgvingin og tillutan av ph.d.-heiti er skipað í kunngerð um philosophiae doctor-útbúgving á Fróðskaparsetri Føroya.

Galdandi Ph.d.-kunngerð nr. 108

Galdandi kunngerð er nýggj, og tí hava vit eisini ph.d.-lesandi, sum eru tikin upp eftir gomlu kunngerðini frá 2016.

Ph.d.-kunngerðin frá 2016

Vilt tú flyta tín ph.d.-lesnað til nýggju kunngerðina, kanst tú søkja um tað við at útfylla umsóknina niðanfyri.

Umsókn um at flyta til kunngerð nr. 108

Reglugerð fyri ph.d.-lestur

Reglugerðin er galdandi fyri øll ph.d.-lesandi, sum verða innskrivað á Ph.d.-skúlan á Fróðskaparsetri Føroya.

Reglugerð

Ph.d.-nevndin

Ph.d.-nevndin skal tryggja dygdina í ph.d.-útbúgvingini á Fróðskaparsetri Føroya og tryggja ph.d.-lesandi og fakultetunum á Fróðskaparsetrinum ávirkan á innihaldið í ph.d.-útbúgvingini og -verkætlanum.

Ph.d.-nevndin

Umsókn til ph.d.-lestur

Ph.d.-nevndin viðger umsóknir og tekur avgerð um upptøku av ph.d.-lesandi sambært galdandi kunngerð og reglugerð.

Tá ið tú søkir, skalt tú m.a. útfylla umsókn, verkætlanarlýsing og váttan frá vegleiðara. Sí kapittul 4 í reglugerðini omanfyri.

Umsókn um ph.d.-lestur 

Fígging av ph.d.-verkætlanini

Verkætlanarlýsing

Váttan frá vegleiðara

Samband

Hevur tú fyrispurningar um ph.d.-lestur á Fróðskaparsetri Føroya, ert tú vælkomin at senda okkum teldupost.

Phdskuli@setur.fo

Ph.d.-skeið

Niðanfyri sært tú, hvørji ph.d.-skeið Fróðskaparsetur Føroya bjóðar út í løtuni

Ph.d.-skeið