Skriva út

Mentan og burðardyggleiki í oyggjasamfeløgum

Altjóða verkætlanin ‘Valuing the past, sustaining the future: Education, knowledge and identity across three generations in coastal communities’ hevur Anne Trine Kjørholt, professari á Norsk senter for barneforskning á NTNU, sum verkætlanarleiðara. Talan er um tvørfakliga komparativa kanning, sum hyggur at dynamiska samspælinum millum útbúgving, lokalsamfelag og arbeiðslív í ‘stranda’ kommunum í Noregi, Kýpros, Írlandi, Tasmania og Føroyum.

Verkætlanin hyggur at trimum ættarliðum í øllum samfeløgunum - ungdómur, foreldur og ommur/abbar – fyri at lýsa og greina á hvønn hátt vitan/læring verður borin millum ættarliðini. Eisini verður hugt at sambandinum millum formliga útbúgving og lokala óformliga læring. Firouz Gaini umboðar Fróðskaparsetur Føroya í hesi verkætlan.

Verkætlanin fekk fígging frá FINNUT (Forskning og innovasjon i utdanningssektoren) hjá norska granskingarráðnum. Hon byrjaði í 2016 og endar í 2021.