Skriva út

Pápar og familjulív í Føroyum

Umframt Firouz Gaini, verkætlanarleiðari, luttaka Runa P. Ísfeld, Lív Patursson, Kjartan Sleire og Kári Holm Johannessen úr Føroyum, og  Ann-Dorthe Christensen, professari á Aalborg Universitet, úr Danmark.

Verkætlanin hevur enska heitið “Faroese Fatherhood in Transition? Exploring everyday life, family relations, and masculinity across two generations of men in contemporary Faroe Islands”. Verkætlanin kannar støðuna og leiklutin hjá pápum í Føroyum í dag.

Við verkætlanini er ætlanin at varpa ljós á broytingum í samfelagnum (arbeiðsmarknaðar- og familjuviðurskifti) við støði í gerandislívinum, familjulívinum, og kynssamleikanum hjá pápum, sum umboða tvey ættarlið. Verkætlanin ynskir at taka sjónarmiðini hjá monnunum fram í kjakinum um kyn og kynsmunir í Føroyum í dag.

Arbeiðið verður gjørt í tøttum samstarvi við granskarar á Center for Maskulinitetsstudier (CeMAS) í Aalborg. Granskingargrunnurin hevur stuðlað arbeiðinum. Verkætlanin byrjaði í 2018 og endar í 2020.