Skriva út

Ung í Føroyum – mentan, samleiki og framtíðarætlanir

Hetta er eitt høvuðstema í granskingini hjá Firouz Gaini, og umboðar í veruleikanum fleiri sjálvstøðugar granskingarverkætlanir.

Aftrat føroysku kanningunum, hevur Firouz Gaini gjørt feltarbeiði á tveimum japanskum oyggjabólkum (Oki og Okinawa), sum hann samanber við føroyska samfelagið. Um verkætlanina á Oki sigur Firouz m.a.:

Granskingin – á vegamótinum millum Islands Studies, ungdómsgransking og framtíðargransking – kannar mentanarligu samleikarnar og framtíðarmyndirnar hjá ungdómi úr Okioyggjunum. Hvørjar vónir og dreymar, ynski og mál, hava tey ungu fyri sína framtíð? Í stóru býunum í Japan verður í dag tosað um eina “ungdómskreppu” við einum “mistum ættarliði” í einum “mistum áratíggju” – hesar lýsingarnar, ið javnan eru frammi í miðlunum, vísa til nakrar av teimum djúpu avbjóðingunum, sum landið stendur fyri. Hvat fer at henda í framtíðini? Og hvørjir eru munirnir á ungdómi úr stórbýum og ungdómi úr smáum útjaðarasamfeløgum? Granskingin er grundað á samrøður og spurnakanningar við næmingum úr einum studentaskúla í Okioyggjunum. Nógv evni verða viðgjørd í greinini; til dømis flytføri (til- og fráflyting), útbúgving og vitan, gerandislív og mentan, og burðardygga samfelagsmenning. Oki hevur umleið 24.000 íbúgvar, sum búgva á fýra oyggjum. Japan telur 6852 oyggjar, og fólk býr í 421 av hesum oyggjunum.