Umsókn um granskingarstuðul
Sum skjótast
Allar umsóknir um granskingarstuðul skulu umrøðast við granskingarleiðaran á deildini skjótast møguligt.
Granskingarleiðarin á deildini hevur ábyrgd av at tryggja, at umsøkjari fær neyðugan stuðul til at skriva umsóknina, og granskingarleiðarin tekur støðu til, um umsóknin skal metast innanhýsis á deildini, og hvør møguliga skal gera hetta.
Granskingarleiðarin á deildini hevur ábyrgd av at tryggja, at umsóknin er á nøktandi fakligum stigi.
Seks vikur innan freist
Fráboðan um umsókn, sum er í umbúna, skal sendast til Granskingar- og framtakseindina á reu@setur.fo í seinasta lagi seks vikur áðrenn freist.
Tá skulu viðurskifti sum t.d. ph.d.-vegleiðari, ábyrgdarbýtið millum verkætlanarstarvfólk, samlaða fíggingin av verkætlanini o.a. vera upp á pláss.
Kunning um útboð, freistir, samstarvsfelagar o.a. skal leggjast við fráboðanini.
Tríggjar vikur innan freist
Fíggjarætlanin skal vera fíggjardeildini á Setursskrivstovuni í hondum í seinasta lagi tríggjar vikur áðrenn freist, og hon skal vera góðkend av fíggjardeildini, áðrenn umsóknin kann sendast avstað.
Send fíggjarætlanina til Granskingar- og framtakseindina á reu@setur.fo, sum sendir hana víðari til fíggjardeildina.
Á leinkjunum niðanfyri eru skjøl, har fíggjarætlan til ávikavist ph.d.-verkætlan og aðra granskingarverkætlan kann setast upp.
Eina viku innan freist
Umsóknin skal sendast til Granskingar- og framtakseindina á reu@setur.fo í seinasta lagi eina viku áðrenn freist.
Granskingar- og framtakseindin eftirmetir umsóknina við atliti at formligum krøvum og øðrum.
Um neyðugt, fær umsøkjari møguleika at gera smærri broytingar í umsóknini.
Metir Granskingar- og framtakseindin, at umsóknin ikki er nøktandi, er tað granskingarleiðarin, ið tekur støðu til, um umsóknin skal sendast ella ikki.
Pro-rektarin góðkennir
Pro-rektarin fyri Gransking og framtak á Setrinum skal endaliga góðkenna allar umsóknir, ið verða sendar inn til grunnar og virki innan- og uttanlands.
Granskingar- og framtakseindin skal hava eitt eintak av endaligu umsóknini til skráseting og journalisering.
Umsóknin verður viðgjørd í trúnaði.
Granskingar- og framtakseindin skal hava boð, tá svarið upp á umsóknina fyriliggur.