University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Gransking
Images (1)
8 januar
Granskingarútboð

Fiskivinnuroyndir - smærri verkætlanir

Evstamark
Útbjóðari
Uttanríkis- og fiskimálaráðið

Í útboðnum stendur:

Fiskivinnuroyndir er játtan hjá Uttanríkis- og fiskimálaráðnum, har endamálið er at fremja royndir og kanningar – bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar, ið menna og økja um framleidni í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiligari, búskaparligari og samfelagsligari burðardyggari gagnnýtslu av havtilfeinginum.

Í 2027 eru settar av 1,0 mió. kr. til smærri verkætlanir, har upphæddin til verkætlanina er upp til kr. 300.000. Peningur verður bert játtaður til eitt ára verkætlanir.

Smærri verkætlanir skulu vera samsvarandi endamálsorðingini hjá Fiskivinnuroyndum.

Vinnufyritøkur, almennir stovnar og einstaklingar kunnu søkja um stuðul til smærri verkætlanir.