Granskingarútboð
Stuðul til gransking í uttanríkisviðurskiftum, trygd og verjupolitikki í Norðuratlantsøkinum 2026
- Evstamark
- Útbjóðari
- Granskingarráðið
Í útboðnum stendur:
Yvirskipaða endamálið er at skapa nýggja vitan um uttanríkisviðurskifti, trygd og verjupolitikk í Norðuratlantsøkinum. Eisini er endamálið at menna samstarv millum Føroyar, Grønland og Danmark á hesum økinum.
Verkætlanir, ið fáa stuðul, væntast at geva nýggja vitan og styrkja granskingina á økjunum uttanríkisviðurskifti, trygd og verjupolitikkur í Føroyum, Grønland og Danmark og Norðuratlansøkinum yvirhøvur.