Granskingarútboð
STUÐUL TIL VINNUÚTBÚGVING OG ROYNDIR
- Evstamark
- Útbjóðari
- Føroyagrunnurin
Í útboðnum stendur:
Stuðul kann latast til
1. Vinnuútbúgving
2. Ídnaðarroyndir
3. Annað
Stuðul til vinnuútbúgving kann til dømis hugsast at vera skúlagjald til vinnutengdar útbúgvingar á serliga viðurkendum skúlum, har tann almenni stuðulin, sum fæst, ikki strekkir heilt til. Annað dømi er lutvísur stuðul til vinnu ph.d.-útbúgvingar. Stuðulsupphæddin, sum verður latin sum ein eingangsjáttan, kann vera upp til 50.000 til skúlagjald og upp til 150.000 til vinnu ph.d.