University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Lestrarlív

Office 365

- atgongd til Microsoft Office forrit

Hvat er Office 365 pakkin?

Office 365 inniheldur forrit sum Word, Excel, Powerpoint, Outlook, OneNote, OneDrive og onnur lestrarviðkomandi forrit.

Hvat er so smart við Office 365?

  • Til ber at synkronisera fílur í skýnum OneDrive uppá tvørs av fleiri eindum, so sum teldu, teldil og snildfon.
  • Til ber at deila fílur og skjøl við onnur.
  • Til ber at arbeiða saman um skjøl online, presentatiónir, rokniørk o.a.
  • Og til ber at fáa fullan funktionalitet, tá tú ert offline.

Hvør hevur atgongd til Office 365 pakkan?

Øll lesandi og starvsfólk á Setrinum hava atgongd til Office 365 pakkan.

Hvat kostar atgongdin til Office 365?

Atgongdin er ókeypis fyri lesandi og starvsfólk á Setrinum.

Hvar kann eg heinta Office 365 pakkan?

Office 365 er at finna á hesi URL-adressuni: http://portal.office.com

Kann eg heinta Office 365 niður á fleiri eindir?

Skipanin loyvir hvørjum einstøkum brúkara at leggja Office pakkan inn á upp til fimm eindir (teldur, teldlar ella snildfonir osfr.)

Hvussu innriti eg á Office 365?

Innritingarnavn er (lestrarnummar við punktum)@student.setur.fo – t.d.: 2016.123@student.setur.fo

Hvat er loyniorðið?

Sjálvgreiðsla er á edulogin.fo har tú kann útvega tær ella broyta loyniorðið. Loyniorðið er tað sama, sum tú brúkar til office.com, innanseturs skipanir, prent- og kopiskipanina o.a.

Les meira um, hvussu tú brúkar edulogin.dk og útvegar tær loyniorð HER.

Um eg fái trupulleikar við skipanini, hvar kann eg fáa hjálp?

Hevur tú trupulleikar við sjálvari innritanini, so set teg í samband við supportina her

Hevur tú trupulleikar við sjálvum forritunum í pakkanum, so kann tú royna at seta teg í samband við studentasupportina. Tað er tó ikki víst at hon kann hjálpa um trupulleikin er við sjálvari telduni hjá tær. Hjálp kann eisini fáast har tú hevur keypt telduna, ella frá Microsoft-forhandlarum og á heimasíðuni hjá Microsoft – so sum HER

Heinta

Office 365

Meira