Skriva út

Office 365

- atgongd til Microsoft Office forrit

Hvat er Office 365 pakkin?

Office 365 inniheldur forrit sum Word, Excel, Powerpoint, Outlook, OneNote, OneDrive og onnur lestrarviðkomandi forrit.

Hvat er so smart við Office 365?

  • Til ber at synkronisera fílur í skýnum OneDrive uppá tvørs av fleiri eindum, so sum teldu, teldil og snildfon.
  • Til ber at deila fílur og skjøl við onnur.
  • Til ber at arbeiða saman um skjøl online, presentatiónir, rokniørk o.a.
  • Og til ber at fáa fullan funktionalitet, tá tú ert offline.

Hvør hevur atgongd til Office 365 pakkan?

Øll lesandi og starvsfólk á Setrinum hava atgongd til Office 365 pakkan.

Hvat kostar atgongdin til Office 365?

Atgongdin er ókeypis fyri lesandi og starvsfólk á Setrinum.

Hvar kann eg heinta Office 365 pakkan?

Office 365 er at finna á hesi URL-adressuni: http://portal.Office.com

Kann eg heinta Office 365 niður á fleiri eindir?

Skipanin loyvir hvørjum einstøkum brúkara at leggja Office pakkan inn á upp til fimm eindir (teldur, teldlar ella snildfonir osfr.)

Hvussu innriti eg á Office 365?

Innritingarnavn er (lestrarnummar við punktum)@student.setur.fo – t.d.: 2016.123@student.setur.fo

Hvat er loyniorðið?

Sjálvgreiðsla er á Studentaportalinum (http://studportal.setur.fo) til útvegan ella broyting av loyniorðum. Loyniorðið er tað sama, sum tú brúkar til Studentaportalin, Innanseturs, prent- og kopiskipanina o.a.

Les meira um, hvussu tú brúkar Studentaportalin og útvegar tær loyniorð HER.

Um eg fái trupulleikar við skipanini, hvar kann eg fáa hjálp?

Hevur tú trupulleikar við sjálvari innritanini, kunnu vit kanska hjálpa. Ring ella skriva til Lestrarskrivstovuna (tlf. 352511, lss@setur.fo), um tú rennir teg í trupulleikar við innritan.

Hevur tú trupulleikar við forritunum í pakkanum, kann Setrið tíverri ikki hjálpa. KT deildin á Setrinum supporterar IKKI hendan pakkan, tí tað er ikki kapasitetur til tess. Men hjálp kann fáast frá Microsoft forhandlarum og á heimasíðuni hjá Microsoft – so sum HER

Heinta

Office 365

Meira