PaperCut
Ein hent prent- og kopiskipan til starvsfólk og lesandi
Fyri at kunna brúka OKI kopimaskinurnar, skalt tú hava galdandi lestrarnummar/lestrarkort, hava verið á studentaportalinum og fingið loyniorð og hava goldið fyri nýtslu. Gjaldast kann hjá skrivarunum á tíni deild, sum hevur kvotukort á 100 kr. til sølu.
Síðuprísirnir eru hesir:
A4 svart/hvítt: kr. 0,15
A4 í litum: kr. 0,45
Aktivering av kvotukorti
Tá tú hevur keypt kvotukort, skulu hesi aktiverast soleiðis:
- Far inn á heimasíðuna https://PaperCut.setur.fo:9192
frá teldu á tráðleysa netinum UNI_guest ella onkrum øðrum neti hjá Setrinum - Tá tú kemur inn í PaperCut skipanina,
skriva títt brúkaranavn (lestrarnummar við punktum) og loyniorð - Vel Redeem Card ella Indløs Kort
- Skriva inn nummarið, júst sum tað stendur á kortinum, bæði bókstavir, tøl og strikur
- Trýst ella
- So er tín brúkarasalda dagførd við kvotuni, sum tú keypti
- Tú kanst eisini síggja tína saldu og tína nýtslu á somu heimasíðu
Kopiera, skanna, prenta frá geyma...
- Við kopimaskinuna kanst tú vísa tín elektroniska lykil/kort (fleiri sløg kunnu brúkast) ella lestrarkort.
(Fyrstu ferð skal brúkaranavn og loyniorð eisini skrivast á skíggjan, so er lykilin skrásettur) - ... ella skriva títt brúkaranavn og loyniorð
- Uttan lykil/kort skal brúkaranavn og loyniorð skrivast hvørja ferð
- Nú ber til at brúka hentleikar í kopimaskinuni, so sum kopiering, skanning og
prenting frá geyma (pdf-fílur) - Tá tú ert liðugur, trýst AUTHENTICATION og síðani JA fyri at útrita
Prenta frá tínari egnu teldu
WebPrint er ein tænasta til útskriving frá teldum, uttan tørv á at leggja prentdrívarar inn.
- Far inn á heimasíðuna https://PaperCut.setur.fo:9192
frá teldu á tráðleysa netinum UNI_guest ella onkrum øðrum neti hjá Setrinum
- Skriva títt brúkaranavn (lestrarnummar við punktum) og loyniorð
- Vel Web Print
- Vel Send et Job
- Vel og trýst
- Skriva tal fyri eintøk og trýst
- Vel eina PDF-fílul til upload o g útskriving og trýst
- Vel Log Af
--- - Far til eina OKI kopimaskinu við PaperCut stýring
- Vís tín elektroniska lykil/kort (fleiri sløg kunnu brúkast) ella lestrarkort
(Fyrstu ferð skal navn og loyniorð eisini skrivast) - ... ella skriva títt brúkaranavn og loyniorð
- Trýst VÆLG JOBS og vel hvat skal prentast ella trýst VÆLG ALLE og síðani OK
Trýst AUTHENTICATION og síðani JA fyri at útrita
Prenta frá setursteldum
- Frá t.d. Word, vel útskrift á prentaran PaperCut (virtuel) á SRV-PRINT
- Um tú ert innritaður á telduna sum gestur, skalt tú uppgeva brúkaranavn og loyniorð til PaperCut .
Um tú fert frá gestatelduni, minst til at útrita gestabrúkaran ella útrita frá PaperCut, høgraklikka á salduskeltið og trýst Log ud - Far til eina OKI kopimaskinu við PaperCut stýring
- Vís tín elektroniska lykil/kort (fleiri sløg kunnu brúkast) ella lestrarkort.
(Fyrstu ferð skal navn og loyniorð eisini skrivast) - ... ella skriva títt brúkaranavn og loyniorð
- Trýst VÆLG JOBS og vel hvat skal prentast ella trýst VÆLG ALLE og síðani OK
- Trýst AUTHENTICATION og síðani JA fyri at útrita
Hjálp
Um tær tørvar hjálp, vend tær fyrst og fremst til deildarskrivararnar á tíni deild. Um tær ikki kunnu hjálpa, ber til at venda sær til Lestrarskrivstovuna, við at skriva til LSS@setur.fo ella við at ringja til 35 25 20.