Skriva út

Stuðul til lestur uttanlands

Hvør kann fáa stuðul til lestur uttanlands?

Stuðul til lestur uttanlands - t.d. til skiftislesandi - verður eftir umsókn veittur teimum, ið eru lestrarvirkin og lúka treytirnar fyri fáa stuðul í Føroyum, og hava búð í Føroyum í minsta lagi:

  • tvey av teimum síðstu trimum árunum beint undan lestrarbyrjan, ella
  • helvtina av lívinum áðrenn lestrarbyrjan

Trýst á leinkini til høgru fyri at lesa um ymiskar møguleikar fyri stuðli til lestur ella skiftislestur uttanlands.

Les annars meira um møguleikar fyri skiftislestri HER.

Ynskir tú at tosa við onkran um møguleikarnar fyri skiftislestri og at fáa góð ráð í hesum sambandi, set teg í samband við Altjóða Skrivstovuna.