Skriva út

Stuðul til málsligt fyrireikingarskeið

Fyrireikandi málskeið áðrenn lestur uttanlands

Henda skipanin veitir stuðul til málslig fyrireikingarskeið til hægri útbúgvingar í ikki enskt-talandi londum uttanfyri Norðurlond og er ætlað tær, ið ætlar at lesa hægri lestur í hesum londum.

Stuðulin verður í fyrstu atløgu veittur sum lán til skúlagjald og lán til livikostnað.

Til skúlagjaldið verður veitt lán, tó vanliga í mesta lagi kr. 20.000,00. Skúlagjaldið umfatar bert útreiðslur, ið hava beinleiðis við lesturin at gera. Til livikostnað verður veitt lán. Lánsupphæddin, ið verður veitt hvønn mánað er mánaðarliga studningsupphæddin, sum til eina og hvørja tíð verður veitt til hægri lestur í Føroyum.

Stuðulin verður í mesta lagi veittur í 6 mánaðir, men er talan um heilt fremmant mál, kann stuðul veitast í upp til 1 ár.

Tað serliga við hesi skipan er, at um tú, innan 15 mánaðir eftir at málsliga fyrireikingarskeiðið er endað, fert undir hægri lestur á lærustovni, har høvuðsmálið er tað sama, sum tað var á málsliga fyrireikingarskeiðnum, verða lánini umløgd til studning. Umleggingin verður framd, eftir at tú hevur tikið próvtøkurnar á fyrsta lestrarári í útbúgvingini.

Kelda: Studni.fo tann 23. juli 2013.