Skriva út

Verkætlanarstudningur

Til teirra, sum fremja størri lestrarverkætlanir í øðrum landi

Verkætlanarstudningur er stuðul til ferðaútreiðslur til føroysk lesandi við hægri útbúgvingarstovnar í Føroyum ella í útheiminum í samband við størri verkætlanir, sum skulu fremjast í einum øðrum landi.

Stuðulin er tann skjalprógvaða upphæddin av ferð millum lond til vanligan ferðaseðlakostnað, tó í mesta lagi upphæddin fyri ferðastudningin.