University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Lestrarlív
Setrið2017_266.jpg

Fíggjarligur stuðul til lesandi í Føroyum

Hvør kann fáa stuðul til lestur í Føroyum?

Stuðul til lestur í Føroyum verður eftir umsókn veittur teimum, ið eru lestrarvirkin og hava:

  1. danskan ríkisborgararætt og eru búsitandi í Føroyum, ella
  2. útlendskan ríkisborgararætt, lógliga uppihalda seg í Føroyum og ikki fáa stuðul úr heimlandinum, men:
    a. áðrenn tey eru fylt 20 ár, hava tikið fastan bústað saman við foreldrum í Føroyum,
    b. eftir at hava fylt 20 ár, hava havt fastan bústað í Føroyum í minsta lagi tvey samanhangandi ár, áðrenn farið verður undir útbúgving, ella
    c. hava fastan bústað í Føroyum og hava verið gift við donskum ríkisborgara í minst tvey ár.

 

Lesandi við serligum tørvi

Fyri tey, sum hava skerdar lestrarførleikar

Lesandi á Setrinum, ið hava skerdan lestrarførleika, hava rætt til praktiska og/ella sernámsfrøðiliga hjálp og stuðul. Hetta kann t.d. fevna um tilboð til longda útbúgvingar- ella próvtøkutíð, serlig undirvísingaramboð og hjálp í sambandi við t.d. orðblindni.

Hevur tú skerdan lestrarførleika, ið gevur tær lesi- og/ella skrivitrupulleikar, so kanst tú søkja um at fáa atgongd til lesi- og skriviforrit. Set teg í samband við Lestrarskrivstovuna ella Lestrarvegleiðingina fyri at hoyra nærri um, hvørji tilboð eru. 

Nærri kunning um at søkja um hjálparamboð, longda próvtøkutíð ella tillagaða lestrarætlan er at finna HER.

Les meira um

Barsilsskipan

Meira