Skriva út

Lestrarskrivstovan

Kunningar- og tænastudepil Setursins

Endamálið við Lestrarskrivstovuni er at røkja kunnandi, vegleiðandi, fyrisitingarligar og fakligar uppgávur við serligum atliti at lestrarviðurskiftunum hjá komandi, verandi og farandi lesandi. LSS skal saman við øðrum fyrisitingarligum eindum virka fyri øktum tænastustøði fyri lesandi, starvsfólk og gestir hjá Setrinum.

Tey, ið hava tørv á einhvørjari stuðulstænastu, eru tí vælkomin at seta seg í samband við Lestrarskrivstovuna.

Lestrarskrivstovan loysir sínar uppgávur í tøttum samstarvi við leiðsluna og fyrisitingina á Setrinum, deildarskrivstovurnar, lestrarvegleiðarar og útbúgvingarleiðarar, umframt við lestrarráð, Ráð teirra lesandi, mentorarnar í Mentorskipanini, KT-tænastuna og eksternar KT-samstarvspartar.

Lestrarskrivstovan rekur eisini Altjóða Skrivstovuna, sum vegleiðir lesandi, sum skulu uttanlands at lesa - t.d. sum skiftislesandi - ella í praktikk. Les meira um Altjóða Skrivstovuna HER.

Adressa
J. C. Svabosgøta 7
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352520
lss@setur.fo

Avgreiðsla:
Mánadag – fríggjadag
kl. 10:00-15:00
Tó stongt mikudag.

Telefonavgreiðsla:
Mánadag – fríggjadag
kl. 10:00-15:00