Skriva út
Lestrarvegleiðingin
á Deildini fyri Heilsu og Sjúkrarøktarvísindi
Johild Dulavík lestrarvegleiðari á deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi
Í lestrarvegleiðingini kanst tú fáa stuðul og hjálp í persónligum spurningum í sambandi við útbúgvingina. Lestrarvegleiðari er Johild Dulavík.
Eisini kanst tú fáa vegleiðing í samband við:
- lestrarteknikk og vanar
- lestrarmøði
- kliniska undirvísing úti í heim
- farloyvi, lestrarskift, flyting ímillum skúlar, møguligan lestrarsteðg
- barnsburð
- klagur í sambandi við próvtøkur og annað
- sjúkur
- eftir- og víðari útbúgvingar
- útbúgvingarstuðul
- samrøðu tá próvtøkan verður mett ikki staðin
Lestrarvegleiðingin fer fram í trúnað.
Tørvar tær vegleiðing, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við lestrarvegleiðingina.
Lestrarvegleiðarin er at hitta í:
á deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi í Sjóvinnuhúsinum Vestarabryggja 15, 5 hædd
Viðtalutíð:
Lestrarvegleiðingin er opin:
týsdag og hósdag frá kl 09.00 – 15.00
Samband:
Telefon: 29 22 65
t-postur: johildd@setur.fo