
Lestrarvegleiðingin
á Føroyamálsdeildini
Í lestrarvegleiðingini kanst tú fáa hjálp og vegleiðing í ymiskum spurningum og persónligum viðurskiftum í sambandi við lesturin. Lestrarvegleiðari er Kirstin Sigurðsdóttir Rasmussen.
Til ber at fáa vegleiðing um:
- Lestrarteknikk og vanar
- Lestrarmøði
- Eftir- og víðariútbúgvingar
- Útbúgvingarstuðul
- Farloyvi, lestrarskifti, møguligan lestrarsteðg
- Barnsburð
- Klagur í sambandi við próvtøkur og annað
- Samrøðu, tá próvtøkan ikki er mett staðin
- Sjúkur og persónligar avbjóðingar, t.d. orðblindni, ymiskar diagnosur o.a.
Lestrarvegleiðingin fer fram í trúnaði.
Lestrarvegleiðarin er at hitta á Føroyamálsdeildini í V. U, Hammershaimbs gøtu 22 á 3. hædd.
Viðtalutíð á Føroyamálsdeildini:
Týsdag kl. 9.00-13.00
Til ber eisini at seta seg í samband við lestrarvegleiðaran og gera eina avtalu, um tað ikki liggur fyri at koma framvið hasi tíðspunktini.
Kirstin Sigurðsdóttir Rasmussen, lestrarvegleiðari
Telefon: 292526
t-postur: kirstinr@setur.fo