Kirstin er lestrarvegleiðari hjá teimum lesandi á Føroyamálsdeildini
Skriva út

Lestrarvegleiðingin

á Føroyamálsdeildini


Í lestrarvegleiðingini kanst tú fáa hjálp og vegleiðing í ymiskum spurningum og persónligum viðurskiftum í sambandi við lesturin.

Lestrarvegleiðari er Kirstin Sigurðsdóttir Rasmussen.

Lestrarvegleiðingin kann millum annað hjálpa tær um:

  • Tú ynskir kunning um útbúgvingarmøguleikar á Setrinum
  • Tú ynskir hjálp við at leggja lesturin til rættis
  • Tú upplivir lestrariva ella lestrarmøði
  • Tú ikki stendur eina próvtøku ella verður sjúk/ur í samband við eina próvtøku
  • Tú umhugsar farloyvi ella skalt í barnsburðarfarloyvi
  • Tú stendur í stað við eini uppgávu
  • Sjúkur og persónligar avbjóðingar, t.d. orðblindni, ymiskar diagnosur og annað.
  • Um okkurt óvæntað er hent tær og tú hevur tørv á at fáa eitt yvirlit yvir tína lestrarstøðu
  • Og mangt annað

Tú kanst altíð søkja vegleiðing - antin tað er av persónligum ella øðrum ávum. Minst til, at einki er ov smátt ella ov stórt, til at tú kanst venda sær til ein lestrarvegleiðara. Tú kanst fáa hjálp til sjálvhjálp - og har, sum lestrarvegleiðarin ikki kann hjálpa tær, kann vegleiðarin aloftast vísa tær víðari til onnur, sum kanska kunnu.

Lestrarvegleiðingin hevur tagnarskyldu - tó undantikið um próvtøkusvik verður staðfest.

Ynskir tú eina samrøðu?

Um tú kundi hugsað tær samband við lestrarvegleiðaran, so kanst tú ringja ella skriva og gera eina avtalu.

Kirstin Sigurðsdóttir Rasmussen, lestrarvegleiðari

Telefon: 292526

t-postur: kirstinr@setur.fo