Skriva út

Hvat kann lestrarvegleiðingin vegleiða meg um?

Lestrarvegleiðarin kann hjálpa tær við:

  • kunning um allar útbúgvingar - herundir:
    • reglur fyri upptøku og freistir
    • almenn upplýsing um bygnaðin av útbúgvingum
    • at fáa skil á teimum reglum og mannagongdum, sum eru galdandi á tíni útbúgving
    • skeiðslýsingar, valgreinir o.a.
    • avriksflutningur av fakum / góðskriving av lestrartíð og próvtøku, sum vunnin eru aðrastaðni

  • útbúgvingarstuðli - herundir:
    • møguleikar fyri at fáa lestrarstuðul
    • mannagongdir í hesum sambandi
    • grunnar at søkja um stuðul úr
    • vegleiða um krøv til lestrarvirksemi  frá útbúgvingarstuðulsskipanunum

  • lestur - herundir:
    • at leggja lesturin til rættis og fáa yvirlit yvir lestrargongdina
    • lestrarteknikkur og lestrarvanar
    • lestrarmøði
    • ymiskir møguleikar, sum kunnu lætta um lesnað
    • møguleikar fyri lestri í útlandinum
    • lestrarskift og flyting ímillum skúlar
  • framtíðarætlanum/starvsynskjum - herundir:
    • Hvat vilt tú við tíni útbúgving?
    • Prát um framtíðar starvsmøguleikar og kanska hjálp við at finna størv eftir loknan lestur
    • próvtøkur - herundir:
      • at finna eina loysn í samband við eina falna próvtøku
      • próvtøkuangist – eg missi takið á støðuni í samband við próvtøku. Hvat skal eg gera?

    • annað - herundir:
      • einum práti, um alt ikki gongur sum tað skal ella um okkurt er, sum tú ivast í
      • farloyvi - t.d. í sambandi við barnsburð ella sjúku
      • møguligan lestrarsteðg
      • umsóknir o.ø. skrivligum áheitanum
      • umsóknir um ymisk undantaksloyvi
      • eftir- og víðari útbúgvingar
      • undirvísing og skeið av ymiskum slag
      • klagur í sambandi við royndir og annað

Eisini kann tann lesandi fáa vegleiðing m.a. um fakliga innihaldið í útbúgvingunum, námsskipan, akademiskt arbeiðslag, hvussu tann einstaki lesandi kann leggja lesturin til rættis, lestrarlív og trivnaðarspurningar.

Lestrarvegleiðararnir á deildunum kunnu veita stuðul og hjálp í persónligum spurningum í sambandi við útbúgvingina, men vegleiðararnir kunnu ikki taka ábyrgdina á seg av at vegleiða fólki um álvarsligar persónligar ella sosialar trupulleikar. Í tílíkum føri verður víst víðari til hjálp uttanfyri Setrið. Er talan um slíkar trupulleikar, vinaliga skriva til: studvegl@setur.fo.

Er talan um víðari lestur í øðrum londum, verða lesandi biðin um at seta seg í samband við Altjóða Skrivstovuna á Fróðskaparsetrinum: ask@setur.fo.