Lestrarvegleiðingin
á Námsvísindadeildini
Irena Tróndheim er lestrarvegleiðari á Námsvísindadeildin
Í lestrarvegleiðingini kanst tú fáa vegleiðing og stuðul í ymiskum persónligum viðurskiftum í samband við lesturin. Eisini kanst tú fáa vegleiðing í samband við: lestrarhegni, uppmøting, uppgávuskriving, farloyvi, linjulestraval, góðskriving av lestrartíð, møguleikar fyri linjulestri og starvslæru uttanlanda, víðari lestur o.a.
Ætlar tú at søkja um góðskriving av pørtum lestrinum kanst tú fáa vegleiðing frá lestrarvegleiðingini.
Vegleiðingin fer fram í trúnaði.
Lestrarvegleiðarin er at hitta:
Innast á høvuðsgongini (Lon 5) á Námsvísindadeildini.
Viðtalutíð:
Lestrarvegleiðingin er vanliga opin hesar tíðir
týsdag til hósdag kl. 9:00 – 14:00
Samband:
Til ber eisini at senda teldupost til lestrarvegleiðaran Irenu Tróndheim á Tlf: 299421
irenat@setur.fo ella nad-lestrarvegl@setur.fo