Kirstin er lestrarvegleiðari á SSD
Skriva út

Lestrarvegleiðingin

á Søgu- og samfelagsdeildini

 

Í lestrarvegleiðingini kanst tú fáa hjálp og vegleiðing í ymiskum spurningum og persónligum viðurskiftum í sambandi við lesturin. Lestrarvegleiðari er Kirstin Sigurðsdóttir Rasmussen.

Til ber at fáa vegleiðing um:

- Lestrarteknikk og -vanar
- Lestrarmøði
- Eftir- og víðariútbúgvingar
- Útbúgvingarstuðul
- Farloyvi, lestrarskifti, møguligan lestrarsteðg
- Barnsburð
- Klagur í sambandi við próvtøkur og annað
- Samrøðu, tá próvtøkan ikki er mett staðin
- Sjúkur og persónligar avbjóðingar, t.d. orðblindni, ymiskar diagnosur o.a.

Lestrarvegleiðingin fer fram í trúnaði.

Lestrarvegleiðarin á Søgu- og Samfelagsdeildini er at hitta i Jónas Broncks gøtu 24, 4. Hædd.

Viðtalutíð fyri lesandi á SSD er fríggjadag kl. 9.00-14.00

Til ber eisini at seta seg í samband við lestrarvegleiðaran og gera eina avtalu, um tað ikki liggur fyri at koma framvið hasi tíðspunktini.

Kirstin Sigurðsdóttir Rasmussen, lestrarvegleiðari
Telefon: 292526
t-postur: kirstinr@setur.fo