Skriva út

Seturssamanshow

Eitt stórt tiltak fyri at sjóða fólk saman

Innleiðslutiltakið SETURSSAMANSHOW 2018, har nýggj lesandi vórðu samansjóðað við eldri lesandi og starvsfólk.

Øll nýggj lesandi verða bjóðað við til eitt “brak” av eini lestrarbyrjan saman við øllum hinum lesandi og starvsfólkunum á Setrinum.

Í sambandi við lestrarbyrjan verður veitslukent hugnakvøld fríggjakvøldið 24. august 2018 frá kl. 20.00 til 02.00 í Reinsarínum, Perluni og Ostahúsinum í Tórsgøtu fyri øll tey gott 1.000 lesandi og starvsfólkini, sum hava sítt dagliga virksemi á Setrinum.

Á skránni verða konsertir, setursquiz, umframt mangt annað. Nærri kunning um skránna kemur seinni.

GEV GÆTUR! Einans tey, sum eru skrásett sum lesandi og starvsfólk á Setrinum, sleppa inn. Tey, sum eru skrásett, fáa stempul við inngongdina.