Kunning um góðskriving
Umsókn um góðskriving
Góðskrivingar verða viðgjørdar tvær ferðir árliga, í heysthálvuni og í várhálvuni.
Setrið kann eftir umsókn og fakligari meting játta at góðskriva skeið og partar av útbúgvingum, sum eru lokin, ella sum ætlanin er at lúka á øðrum universitetum.
Hvat kann verða góðskrivað
- Longu loknir námspartar av aðrari føroyskari útbúgving á sama stigi kunnu koma í staðin fyri partar av tí setursnámi, sum tann lesandi hevur søkt um upptøku til ella er innskrivaður til.
- Longu loknir námspartar av útlendskum námi á sama stigi kunnu koma í staðin fyri partar av tí setursnámi, sum tann lesandi hevur søkt um upptøku til ella er innskrivaður til.
- Góðkenning frammanundan, undangóðkenning, í sambandi við lestrarvist: Ætlaðir námspartar frá aðrari útlendskari útbúgving á sama stigi kunnu koma í staðin fyri partar av tí setursnámi, sum tann lesandi hevur søkt um upptøku til ella er innskrivaður til. Eitt nú norðurlendsk summarskeið og Nordliks/Nordplus-vistir.
Hvussu nógv kann verða góðskrivað
Í bachelornámum í føroyskum, søgu og samfelagsfrøði og námsfrøðinga- og læraraútbúgvingini kunnu í mesta lagi 40 ECTS verða góðskrivað.
Í masternámi kunnu í mesta lagi 60 ECTS verða góðskrivað, tá bachelornámið er lokið á Setrinum. Annars kunnu masterlesandi fáa 30 ECTS góðskrivað.
Í hjánámi eru ymiskar reglur fyri, hvat verður góðskrivað, sí námsskipanir og oyðubløð.
Umsókn
Søkt verður um góðskriving við umsóknarblaðnum Umsókn um góðskriving, ið verður latin inn á avvarðandi deild.
Umsóknarfreistir
Søkt kann verða um góðskriving tvær ferðir árliga, freistin er 1. oktober og 1. mars.
Gevið gætur: Aðrar umsóknarfreistir og treytir eru fyri lesandi á Søgu- og samfelagsdeildini. Les meira her