Skriva út

Lestrarlistar

Ein lestrarlisti er tað sama sum ein pensumlisti. Tú skalt hava ein slíkan, tá tú fert upp til próvtøku.

Tað er ymiskt, hvussu farið verður fram. Í summum førum er hann gjørdur fyri teg frammanundan og í øðrum førum skalt tú sjálvur seta hann saman, fyri próvtøkuna.

Vanliga liggur lestrarlistin tøkur inn á Moodle-stevnuni hjá skeiðinum.