Skriva út

Kærumøguleikar

Um tú kennir teg órættvíst viðfarna/n, so hevur tú møguleika at kæra. Tú kanst kæra um próvtøkur sambært galdandi reglum. Kæran skal verða Fróðskaparsetrinum í hendi í seinasta lagi tvær vikur eftir, at próvtalið er givið. Tó ber at søkja um undantak.

Um kæran snýr seg um próvtal ella hvussu mett hevur verið um teg undir próvtøkuni, sendir Fróðskaparsetrið kæruna til prógvhoyrara og próvdómara at viðgera. Hesi orða síðani eitt svarskriv til kæruna. Tú kanst gera viðmerkingar til svarskrivið, áðrenn Fróðskaparsetrið ger ein úrskurð. Snýr kæran seg um mistøk við próvtøkuni, kann Fróðskaparsetrið gera úrskurð í málinum, uttan at senda kæruna víðari til prógvhoyrara og próvdómara.

Tú skalt hava svar upp á kæruna í seinasta lagi seks vikur eftir at Fróðskaparsetrið hevur móttikið kæruna. Verður hetta ikki gjørt, skalt tú hava beinleiðis boð um hetta og nær tú kanst vænta tær svar.

Fróðskaparsetrið kunnar á heimasíðuni um framferðarhátt í samband við kærur og lesandi kunnu tí fáa vegleiðing í at orða kærur á alnótini.