Skriva út

Melda frá próvtøku

Er sjúka orsøk til, at tú ikki kanst møta próvtøkudagin, skalt tú í seinasta lagi 5 yrkadagar eftir próvtøkudagin lata Fróðskaparsetrinum avrit av læknaváttan, ið váttar, at tú ikki kundi møta til próvtøku vegna sjúku. Tá verður tú skrásett/ur sum sjúk/ur, og tú missir ikki eitt próvtøkuhøvi.

Um tú ikki møtir til próvtøku og ikki hevur latið inn skjalprógv fyri lógligum forfalli, verður tú skrásettur fyri eina fullgilduga próvtøkuroynd og tú hevur brúkt tann fyrsta av tínum trimum próvtøkmøguleikum í hesum skeiði.